Fótbóltur

Bresta saman um finalupláss í annaðkvøld

Tað stendur á jøvnum 1-1 áðrenn seinnu hálvfinaluna millum HB og 07 Vestur í steypakappingini. Fyrsta bríksl í Gundadali verður klokkan 18.

Liðini spældu fyrru hálvfinaluna síðst í juni. Sìðani er nógv hent. HB er søguliga sterkt í steypakappingini og í favorittleiklutinum - 07 Vestur fer tó at koma við øllum, sum man hevur (Mynd: jn.fo)

Liðini spældu fyrru hálvfinaluna síðst í juni. Sìðani er nógv hent. HB er søguliga sterkt í steypakappingini og í favorittleiklutinum - 07 Vestur fer tó at koma við øllum, sum man hevur (Mynd: jn.fo)

2023-10-03 18:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Greitt mest vinnandi felagið í steypasøguni móti felagi, sum ongantíð hevur verið í finaluni. Hetta er uppgerðin millum HB og 07 Vestur, har pláss í finaluni um Løgmanssteypið 2023 stendur uppá spæl.

Fyrra hálvfinalan varð spæld í Sørvági síðst í juni. Tað endaði við 1-1 javnleiki, har HB spældi í undirtali meginpartin av 2. hálvleiki.

Harvið er alt opið undan seinna dystinum, sum verður bríkslaður í gongd klokkan 18 í annaðkvøld. 

Spælarar og fjepparar hjá 07 Vestur fara helst at koma við øllum, sum man yvirhøvur hevur. Svongdin at skriva søgu, at sleppa at spæla um steypið og at vinna sær evropeiska luttøku er stór.

07 Vestur hevur havt eitt gott kappingarár. Í fjør var liðið eisini í hálvfinaluni, og tað endaði eisini við javnleiki í fyrra dystinum. Ein veruliga "vága-innrás" var til seinnu hálvfinaluna í Klaksvík, har útiáskoðarnir á framúr hátt settu sín dám á. Á vøllinum var KÍ tó alt ov sterkt á degnum.

Sí eisini: 
U21: 07 Vestur hevur vunnið søguligt FM-heitið
Søguligur dagur í Vágum

HB hevur vunnið steypakappingina heili 28 ferðir. Síðst var í desember 2020, tá greipan kom í hús. Síðani hevur HB ikki vunnið eitt steyp, og nógv er uppá spæl í morgin. Í løtuni er HB á 4. plássið í Betrideildini, og hetta er ikki nóg mikið at tryggja evropeiskt pláss. Vinnarin av steypakappingini fær "tað fjórða plássið" til næsta ár.

Liðið hjá Jákup Martini Joensen er favorittur á pappírinum. HB hevur tó ikki vunnið síðstu fýra dystirnar, hevur ikki vunnið á 07 Vestur seinastu tvær ferðirnar og verður millum annað uttan skadda málverjan Teit Matras Gestsson.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder