Fótbóltur

Dramatiskur dagur: Ronaldo rýmdi úr Keypmannahavn

Verður ikki við móti Danmark í kvøld og stórt ivamál um framtíðina á portugisiska landsliðnum. Cristiano Ronaldo møtti upp men vandi ikki í Parkini - ístaðin fór hann við egna flogfarið til Madrid, eftir at venjarin hevði staðfest leiklutin hjá 41-ára gomlu stjørnuni.

Heldur ikki í gjár vandi Cristiano Ronaldo, og so fór alt í gongd - her ónøgdur í Parkini (Mynd: Johan Nilsson/AFP/Ritzau Scanpix)

Heldur ikki í gjár vandi Cristiano Ronaldo, og so fór alt í gongd - her ónøgdur í Parkini (Mynd: Johan Nilsson/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-01 11:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Ronaldo spælir ikki frá byrjan móti Danmark. Møguliga er neyðugt við honum í hálvan tíma - møguliga ikki. Hetta er eftir avtalu millum okkum, men í síðsta enda er tað eg, sum eri venjari, og eg skal ikki leggja ætlanirnar eftir honum.

Soleiðis segði Jorge Jesus á tíðindafundinum á Parkini, har portugisiski venjarin eisini staðfesti, at Cristiano Ronaldo fór at venja við - nakað sum hann ikki gjørdi dagin eftir dystin í Noreg, tá Ronaldo als ikki kom á vøllin.

Í sambandi við avgerðina um ikki at venja, var kreuppufundur í portugisku leguni. Hetta millum Ronaldo, Jorge Jesus og formannin í portgusisika fótbóltssambandinum. So helt man, at sjógvarnir vóru slættir.

Men í gjárkvøldið tók størsta portugisiska fótbóltsnavnið í søguni alt eitt stig longur. Nakað eftir at hann var sæddur koma til Parkina, har Portugal vandi dagin fyri dystin móti Danmark, vístu upptøkur Cristiano Ronaldo fara av staðnum aftur - hetta við ónøgdum andlitsbráði.

[object Object]Her koma Ronaldo og Diego Dalot til Parkina, og fyrrnevndi heilsar uppá nógvar spentar fjepparar. Eina løtu seinni var støðan øðrvísi (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

[object Object]Jorge Jesus og Ronaldo fegnast saman í tíðini í Al Nassr, Júst tað at venjarin hevði arbeitt saman við áleyparanum áður gjørdi, at fá væntaðu nakrar veruliga ósemjur - men nú sær tíðin hjá Ronaldo við Portugal út til at vera av (Mynd: Ritzau/Scanpix)

Leiðin gekk aftur á Marriott-hotellið á Kalvebod Brygge, meðan fjølmiðlafólk og myndafólk drøðnaðu á staði. Alt var á gosi, eins og á tíðindafundinum, har og portugisisk tíðindafólk hava skrivað um ein "øran dag", sum hevur vent øllum á høvdið.

Í dag sæst eisini millum annað abola.pt vera á tremur við tilfarið um Ronaldo.

Støðan gjørdist ikki minni dramataiskt, tá tað frættist, at privatflogfarið hjá Cristiano Ronaldo var á veg til Keypmannahavnar. Tað var mest fylgda flogfarið á Flight Radar, og í gjárkvøldið fór Ronaldo við tí til Madrid, har stórur partur av familjuni er.

- Eg eri farin úr landsliðsleguni. Einaferð skjótt farið eg at greiða frá hví, vóru boðini hjá Ronaldo á Instagram.

So er spurningurin, hvør veruliga orsøkin er. Søgur ganga um, at 41-ára gamli spælarin ikki kennir seg virdan í hópinum. Hann spældi móti Wales í síðstu viku men var á bonkinum allar 90 minuttirnar í Noreg. 

[object Object]Sunnudagin sat Ronaldo á bonkinum í Oslo, meðan álopskappingarneytin Goncalo Ramos avgjørdi móti Noreg (Mynd: Cornelius Poppe/AFP/Ritzau Scanpix)

Portugal og Danmark spæla í Parkini klokkan 19.45 í kvøld. Tá fer Rafael Leao at spæla í blusu nummar 7, sum Cristiano Ronaldo annars hevur havt hjá Portugal í eini 20 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder