Annað

Buffon er PSG-leikari

Italienska legendan skiftir nú til franskan fótbólt eftir 17 ár í Juventus.

Buffon skal komandi kappingarár spæla fyri PSG
(Mynd: EPA)

Buffon skal komandi kappingarár spæla fyri PSG (Mynd: EPA)

2018-07-06 18:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani 2001 hevur hann vart málið hjá stórfelagnum úr Torino. Yvir 500 dystir er tað vorðið til fyri Juventus. Seinastu sjey árini á rað hava hann og liðið vunnið italienka meistaraheiti. Á landsliðnum kom størsta løtan í 2006, tá Gianluigi Buffon og liðfelagirnir vunnu HM í Týsklandi. Nú skiftir 40-ára gamli málverjin felag.

Fyri fyrstu ferð fer Buffon útum landoddarnir at spæla fyri eitt felag. Hann byrjaði í Parma, har hann kom upp ígjønum rekkjurnar, og veruliga gjørdi vart við seg á ungum árum. Juventus keypti tann táverandi 23-ára gamla málverjan beint eftir aldarskifti. Eftir sera stóra viðgongd og fýra meistaraheiti, varð Juventus í 2006 dømt niðurflyting vegna eina sak um dómaramutur. Saman við m.a. Del Piero fór Buffon niður saman við Juventus, og var við til at fáa felagið uppaftur.

Samstarvið ímillum partarnar endaði eftir farna kappingarár, og nú fer Buffon til franska stórfelagið í París. Har skal hann royna at vinna sítt fyrsta Champions League-heitið við ríka felagnum. Sáttmálin sum Buffon og PSG hava gjørt er galdandi fyri komandi kappingár við  einari "option" at leingja samstarvið eitt ár.  

Gianluigi Buffon fer úr Juventus og Italia sum ein legenda. Samstundis sum hann fer, so sær tað út til, at Cristiano Ronaldo skiftir til Juventus. Hetta kemur væntandi uppá pláss í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder