- Í kvøld, fríggjadag 30/10, verður eitt brak av einari rekkjukoyring. Vit møtast við vøllin kl. 18:00. Í kvøld verða tað brandbilar og lastbilar, ið koma at føra rekkjuna. Bussur við leikarunum og venjaratoyminum koma eisini at koyra við.
Soleiðis skrivar NSÍ á Facebook-síðu sínari, í sambandi við at tað aftur í kvøld er rekkjukoyring við á eystara armi av Skálafjørðinum. Hesaferð eru spælarar og onnur við tilknýti til NSÍ við, og enda við vøllin aftur, har kaffi, te, saft og kaka verður at fáa.
Nógv verður gjørt burtur úr, nú besta mansliðið hjá NSÍ hevur vunnið fyrsta FM-heitið síðani 2007.
Stóra løtan verður á Svangaskarði leygardagin seinnapartin. Sjálvur dysturin móti niðurflutta B68 hevur sum einki at siga, men umleið klokkan 16 kann gullgleimurin av álvara byrja.
Les eisini: NSÍ'ararnir kunnu skjóta fýrverk um fýra-tíðina leygardagin
NSÍ fær steyp handað og gull um hálsin eftir dystin í morgin, og fjepparar kunnu halda á at fegnast.
Nakað eftir dystin verður FM-móttøka í nýggja Borg á Glyvrum - Borg er ein av høvuðsstuðlunum hjá NSÍ.
Klokkan 20 er ársveistla í Bylgjuni. FM-veitsla.
---------------------------------------------------------------
27. og seinasta umfari í Meistaradeildini hjá monnum
Leygardagin 31. oktober
14.00: B68 – NSÍ - Samrøður og annað á FM1. Myndir frá steypahandan á Portalinum
15.00:
HB – B36
KÍ – Víkingur
AB – 07 Vestur (FM1-frásøgn)
EB/Streymur – Skála (FM1-frásøgn)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald