Annað

Danir inn til sera torføra uppgávu í kvøld

Christan Eriksen og hinir skulu veruliga avrika væl, um nakar møguleiki skal verða fyri einum plássið í 1/4 finaluni.

Danska liðið leggur seinastu hond á fyrireikingarnar til áttandapartsfinaluna ímóti Kroatia
(Mynd: EPA)

Danska liðið leggur seinastu hond á fyrireikingarnar til áttandapartsfinaluna ímóti Kroatia (Mynd: EPA)

2018-07-01 16:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Danmark er HM-fepur, nú danska landsliðið á fyrsta sinni síðani 2002 spælur knock-out dyst í einum HM-endaspælið. Dysturin í Nizhny Novgorod hevur tó ikki danir í favorittleiklutinum.

Kroatia hevur verið eitt av bestu liðunum í hesum endaspælinum; um ikki tað allarbesta. Saman við Uruguay og Belgia, fekk liðið av Balkan fult stigatal í bólkaspælið. Nigeria, Argentina og Ísland vórðu skúgvaði til viks, og í seinasta dystinum var pláss fyri at spara leikarar. 

Við leikarum sum Mandzukic, Brozovic, Lovren, Perisic, Kovacic, Vrsaljko og ikki minst Rakitic og Modric í hópinum, er Kroatia ein av outsidarunum til heitið sum heimsmeistari. Og eftir at Týskland er farið heima, umframt at Messi og Ronaldo, og liðini hjá teimum, eisini hava pakkað viðføri, so er møguleikin styrknaður. Kroatia burdi havt nóg mikið av góðsku, og verið so vælskipað og kyniskt, at danir noyðast heim eftir dystin í kvøld.

Tað hevur ikki sæð pent út, men Danmark er ósigrað, og hevur bert latið eitt mál inn higartil; hetta var eftir eitt ivasamt VAR-brotsspark ímóti Avstralia(Kroatia hevur eisini bert latið mál inn uppá brotsspark). Åge Hareide hevur fingið liðið at spælt meira beinleiðis, kyniskt og verið kompakt í verjustøðu. Danmark kemur helst eisini at standa nógv í verjustøðu í kvøld, og spæla uppá umstillingar og uppá eina brotssparkskapping. 

Í Danmark er sjálvsagt spenningur og ein varin optimisma. Spælið hevur als ikki sæð gott út, men vón er sett á Schmeichel, Kjær, Christensen, Delaney, Poulsen og serliga Eriksen. Allir mans eru tøkir aftur, nú Danmark fyri fyrstu ferð í 20 ár, kann spæla seg í eina fjórðingsfinalu.

Meting: Tað er helst eingin ivi um, hvat lið hevur sæð sterkari út til HM higartil. Um hetta spælir ein stóran leiklut í kvøld er ivasamt, men tað er helst eingin ivi um, at sterka kroatiska liðið fer at vera omaná í spælið. Helst røkkur tað til víðari luttøku hjá Kroatia, ið vit tippa vinnur 1-0 ella 2-0

Dysturin í Nizhny Novgorod byrjar klokkan 19.00. DR 1 og KVF vísa dystin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder