Fótbóltur

Danmark fekk eitt stig móti eiðasørum Onglandi

Liðið hjá Southgate er so gott sum víðari, men atfinningarnar um avrikið eru nógvar. Navnin hjá oddamanninum Hjulmand syrgdi fyri góðari danskari kenslu, men neyðugt er møguliga við sigri móti Serbia í síðsta umfari.

Báðir fingu eitt stig, og liðið hjá Gareth Southgate er í betri støðu enn tað hjá Kasper Hjulmand. Tó kundi síðstnevndi vera betri nøgdur við avrikið hjá sínum liði í Frankfurt (Mynd: EPA)

Báðir fingu eitt stig, og liðið hjá Gareth Southgate er í betri støðu enn tað hjá Kasper Hjulmand. Tó kundi síðstnevndi vera betri nøgdur við avrikið hjá sínum liði í Frankfurt (Mynd: EPA)

2024-06-20 19:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er stórur spenningur í bólki C undan seinasta umfari. Ongland er sum væntað so at siga víðari, men spurningurin er, hvør kemur víðari, og um tað verða tvey ella trý lið, ið koma víðari úr bólkinum.

Enn er ógvuliga tætt millum trý lið, og Danmark - Serbia týskvøldið verður sum ein finala. Hetta er greitt eftir tveir javnleikir í dag - Serbia skoraði til 1-1 móti Slovenia í yvirtíðini. Danir fingu aftur 1-1 í dag, men avrikaðu nógv betri enn móti Slovenia; eisini í mun til mótsstøðuliðið.

Í stórum miðlum sum Sky Sports,BBC og Daily Mail verða Gareth Southgate og hansara menn skræddir sundir fyri avrikið. Døllut, uttan íblástur, nærum uttan góðsku, ikki uppiborið at fáa stig og móti einum liði, "sum í roynd og veru sá út til at vilja vera har". Hetta eru nøkur av lýsingarorðunum, ið verða nýtt. Hóast tað er tíðliga, so sær Ongland í løtuni als ikki út sum ein evropameistari.

Trent Alexander-Arnold varð skræddur út tíðliga í 2. hálvleiki, og verkætlaninin við Liverpool-bakkinum á sentrala miðvøllinum sær miseydnað út. Harry Kane skoraði til 1-0, tá hann prikaði ein leysan bólt, ið kom heldur tilvildarliga til hann og eftir danskt mistak, men annars var liðformaðurin ringur. Kane blakaði bóltin burtur, tá Morten Hjulmand skoraði sítt fyrsta landsliðsmál fyri Danmark. Sentrali miðvallarin høgdi til úr yvir 25 metrum, og bólturin fór umvegis stongina í málið: Enn eitt flott EM-langsskotsmál og 1-1 eftir 33 minuttir.

[object Object]
[object Object]
Hartarbeiðandi Sporting CP-miðvallarin og "Amager-drongurin" fegnast saman við liðfeløgum og mongu donsku áskoðarunum. Hjulmand er á listanum hjá Premier League-feløgum og gjørdi í dag bart (Myndir: EPA)

Hetta var eisini fult uppiborði og í tráð við leikgongdina eftir málið hjá Onglandi. Favorittarnir fullu - bæði í myndatalu og á vøllinum. Danir kunnu hinvegin vera nøgdir við savnaða avrikið í dag. Tað var nógv sterkari enn tað hjá mótsstøðuliðnum.

Tó kennir liðið hjá Kasper Hjulmand helst á sær, at hetta burdi mann helst vunnið. Tað er ikki ofta, at Ongland er so veikt og ger so nógv mistøk í uppspælinum. Jude Bellingham var fullkomiliga ósjónligur, og hóast Foden og Saka sprutlaðu í løtum, vórðu teir eisini tiknir út.

[object Object]
Jude Bellingham var misnøgdur í kvøld (Mynd: EPA)

Gareth Southgate kann vísa á, at Ongland í 2. hálvleiki kom út við nakað betri úttrykkið. Eisini rakti Saka stongina, og innskifti Ollie Watkins gjørdist eina ferð fríur, har Kasper Schmeichel bjargaði væl. Eisini kann Ongland brúka stigið - plássið í áttandapartsfinaluni er so gott sum heima - og hetta sást móti endnaum. "Leyvurnar" dríggjaðu tíð og vildu sum so einki, meðan danir jagstraðu og vóru eisni nærri at avgerða. Her gekk dagsins spælari Pierre-Emilie Højbjerg á odda. 

Tað er væl møguligt, at tað verður nóg mikið við javnleiki hjá Danmark móti Serbia í síðsta umfari. Dagsins dystur er eitt pluss, men man skal eisini vinna dystir fyri at koma langt í einum endaspæli. 

EM 2024 - 2. umfar í bólkaspælinum
Í dag, hósdagin 20. juni
Slovenia - Serbia 1-1 (0-0)
69' Zen Karnicnik 1-1
90 (+5)' Luka Jovic 1-1

Danmark - Ongland 1-1 (1-1)
18' Harry Kane 0-1
34' Morten Hjulmand 1-1

Bólkur C:
1. Ongland 4 stig
2. Danmark 2 stig
3. Slovenia 2 stig
4. Serbia 1 stig

3. og seinasta umfar - týsdagin 25. juni
20.00: 
Ongland - Slovenia
Danmark - Serbia

Bólkur B:
1. Spania 3 stig *
2. Italia 3 stig *
3. Albania 1 stig
4. Kroatia 1 stig

Ein dyst færri

Í kvøld 20.00: Italia - Spania (TV2)

Mikudagin 19. juni (í gjár)
Albania - Kroatia 2-2 (1-0)

Les eisini: Stórur dagur við stórum liðum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder