Fótbóltur

Ikki hent áður: Føroyar ósigraðar sjey dystir á rað

Seinasta árið hava Føroyar bert tapt fyri Estlandi, og nú hevur A-landsliðið tryggjað sær røkkstøkkpláss í Nations League á fyrsta sinni.

Hesir ellivu byrjaðu inni í dag, tá Føroyar koppaðu Moldova og tóku enn eitt fet rætta vegin (Mynd: Sverri Egholm)

Hesir ellivu byrjaðu inni í dag, tá Føroyar koppaðu Moldova og tóku enn eitt fet rætta vegin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-16 21:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Nations League 2020 spældu Føroyar eisini seks dystir uttan at tapa. Tá var tað í Deild D - í niðastu deildini í kappingini - og talan var um tríggjar sigrar og tríggjar javnleikir. Hetta hevði uppflyting til Deild C við sær.. Til deildina har Føroyar eru nú; sum man roynir at flyta upp úr.

Sí eisini: Megnaravrik móti Moldova rakk til røkkstøkkdystir í mars

Tann møguleikin kemur síðst í mars 2027 við úti- og heimadysti móti liði úr deild B - mótsstøðuliðið verður greitt fríggjadagin. Føroyar fara áðrenn fyrra dystin tá standa sum ósigraðar í sjey dystum á rað.

Eins og í 2020, er talan um seks Nations League-dystir á rað uttan ósigur. Hesaferð við einum javnleiki fleiri men í einari hægri deild. Har er eisini ein annar munur.

Fyri seks árum síðani spældu føroyingar ein venjingardyst í Litava millum dyst fýra og fimm í tí Nations League-kappingini. Venjingardysturim endaði 2-1 til heimaliðið í Vilnius. 

Harvið gjørdist ikki talan um seks, ella sjey, dystir, uttan tap á rað. Og tað er sambært yvirlitunum ikki komið fyri í altjóða skrásettum dystum hjá føroyska A-landsliðnum við monnum. Fyrr enn nú.

Føroyar taptu fyrra Baltic Cup-dystin í juni. Hesin var móti Estlandi á útivølli (0-1). Síðani hava føroyingar spælt sjey dystir, vunnið tveir og spælt fimm javnar: Millum 1-0 sigurin í dag og tann í Lettlandi í juni eru tríggjar ferðir 1-1 og tvær ferðir 2-2 javnleikir.

At "ikki tapa" skal ikki vera eitt mál í sær sjálvum, men í, í øllum trimum av fimm nevndu javnleikum - kanska fýra - skuldi man peika á Føroyar, um ein vinnari skuldi verið funnin. Tað vísir avgjørt dygdir, góða menning og støðufesti. 

Bjartalíð og Biskopstø: Kunnu nógv og vilja uppaftur meira (Video)

Frá tí HM-undankappingin endaði í fjør og til Baltic Cup, vunnu Føroyar báðar sínar venjingardystir, so úrttøkan seinasta árið er: Fýra sigrar, fimm javnleikir og eitt tap - og eitt Nations League-røkkstøkk pláss.  

Tíggju teir seinastu dystirnir hjá A-landsliðnum - seinasta árið


[object Object]

Talva og tøl: FaroeSoccer

Í 2022 vunnu Føroyar sær eisini átta stig í Nations League Deild C (tveir sigrar, tveir javnleikir og tvey tap). Tá vóru tó trý stig upp til nummar tvey: Lulsemborg, sum vann týðandi dystin á Tórsvølli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder