Fótbóltur

Danmark hevur spælt seg til HM í stórum stíli

Tað endaði 1-0 í Parkini, og harvið kundu danir stórfegnast. Um ein mánað verður HM-veitsla, tá Føroyar vitjar. Ísrael vann 2-1 á heimavølli móti Moldova, men tað verður allarhelst Skotland, ið fær playoff-plássið.

Joakim Mæhle, her í gjøgnumbroti móti Føroyum, avgjørdi dystin hjá Danmark móti Eysturríki í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

Joakim Mæhle, her í gjøgnumbroti móti Føroyum, avgjørdi dystin hjá Danmark móti Eysturríki í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-10-12 23:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Átta dystir, átta sigrar, 27 skoraði mál, einki ímóti. Danmark hevur ikki bert spælt seg til HM-endaspælið. Teir hava spælt seg til tað á serstakliga flottan hátt

Nakað soleiðis skrivar FIFA á sínari Twitter-síðu í kvøld. Eftir 1-0 sigurin hjá Danmark á Eysturríki í Parkini í kvøld er tað greitt, at liðið hjá Kasper Hjulmand skal spæla endaspæl í Katar november-desember næsta ár, og at liðið framvegis bert hevur vunnið í kappingini og einki mál latið inn.

Hesi bæði seinastu punktini vóru Føroyar sera nær við at broyta uppá á Tórsvølli, men tað fyrsta hevur tað so at siga ongantíð verið nakar ivi um: Danmark hevur verið nógv tað besta liðið í bólkinum, og tá føroyingar koma at vitja um júst ein mánaða, verður tað HM-veitsla í Parkini, sum aftur í kvøld var stúgvandi full.

Tað var hvirluvindurin í vinstru síðu, Joakim Mæhle, ið skoraði einsamalla málið í dystinum. Tað kom í 53. minutti, og so kundi tey allarfelstu av teimum útvið 40.000 fólkunum fegnast.

Ísrael vann sum væntað á Moldova, og er harvið framvegis fýra stig aftanfyri Skotland, sum við sigrinum á Tórsvølli nú kann spæla tryggja sær playoff-pláss í komandi dystinum, sum er í Moldova. Ísrael skal vinna á Eysturríki, sum nú ongan møguleika hevur, og síðani á Føroyum, og samstundis vóna at skotar ikki vinna í november. 

HM-undankappingarbólkur F
8. umfar - 12.10

Føroyar - Skotland 0-1 (0-0)
Danmark - Eysturríki 1-0 (0-0)
Ísrael - Moldova 2-1 (1-0)

1. Danmark 24 stig *
2. Skotland 17 stig **
3. Ísrael 13 stig
4. Eysturríki 10 stig
5. Føroyar 4 stig
6. Moldova 1 stig

Komandi umfar - 12. november:
Danmark - Føroyar 
Eysturríki - Ísrael
Moldova - Skotland*

Les eisini:
Skotar fingu stolið sigurin
- Hetta fer at taka nakrar dagar at koma yvir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder