Hondbóltur

Danski hópurin móti Føroyum úttikin

Mikkel Hansen, Niklas Landin og Hans Lindberg eru millum teirra, sum føroyingar skulu royna at vinna á.

2018-10-09 11:17 Author image
Ari av Rana
placeholder

Danmark møtir upp við sínum bestu hondbóltsspælarum móti Føroyum.

Danska hondbóltssambandið hevur í dag kunngjørt, hvørjir leikarar eru úttiknir til landsdystin, sum verður í Skjern Arena 27. oktober.

Hondbóltsfjepparar fara av sonnum at síggja stjørnuleikarar. Mikkel Hansen, Hans Lindberg, Rasmus Lauge, Niklas Landin, eru allir við.

Hósdagin 11. oktober klokkan 11.00 verður føroyski hópurin almannakunngjørdur, skrivar Hondbóltssambandið.

Danski hópurin:
Málverjar
Niklas Landin, THW Kiel
Jannick Green, SC Magdeburg
Kevin Møller, FC Barcelona

Strikuspælarar
Rene Toft Hansen, Veszprém
Henrik Toft Hansen, PSG Handball
Alexander Lynggaard, Saint-Raphaël Var

Vongspælarar
Casper U. Mortensen, FC Barcelona
Magnus Landin, THW Kiel
Lasse Svan, Flensburg-Handewitt
Hans Lindberg, Füchse Berlin

Bakkspælarar
Mikkel Hansen, PSG Handball
Nikolaj Markussen, Bjerringbro-Silkeborg
Lasse Møller, GOG
Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold
Rasmus Lauge, Flensburg-Handewitt
Mads Mensah, Rhein-Neckar Löwen
Morten Olsen, TSV Hannover-Burgdorf
Niclas Kirkeløkke, GOG
Nikolaj Øris, Bjerringbro-Silkeborg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder