Søgurnar hava gingið seinastu tíðina, í sambandi við at sáttmálin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu við THW Kiel gongur út næsta summar, og einki bendir á, at hetta samstarvið verður longt.
Sunnudagin kundu vit á Portalinum og millum annað danska TV2 avdúka, at eitt skifti til Aalborg so at siga er komið í lag. Hendan kemur í gildi á sumri í 2027.
Sí eisini:
Keldur: Elias Ellefsen á Skipagøtu skal til Aalborg næsta summar
Sambært okkara upplýsingum hóskar skiftið væl, í mun til hvønn leiklut Elias Ellefsen á Skipagøtu kann fáa í einum felagi, sum vil bjóða av um ovastu plássini í Champions League. Eisini kunnu føroyingurin og donsku meistararnir hóska væl saman, í mun til leikhátt og ymiskt uttan fyri vøllin.
![]()
Alt bendir á, at Elias Ellefsen á Skipagøtu flytir longur norður at spæla (Mynd: Sverri Egholm)
Týski spælskiparin Juri Knorr verður í løtuni eisini settur í samband við eitt skifti til PSG. Harvið kann Elias á Skipagøtu enda sum eitt slag av avloysara í Aalborg.
Í intro-tekstinum hjá TV2 verður víst á, at "føroyski stjørnuspælskiparin skal royna at hjálpa Aalborg við at fáa dreymin um at vinna Champions League at ganga út".
Felagið hevur verið í Final Four (hálvfinalu- og finaluvikuskiftinum í Koln) tríggjar ferðir síðani 2021 og hevur verið í stóru finaluni tvær ferðir. Har er tað tó enda við tveimum sivurheiðursmerkjum.
Væntað verður at Aalborg Håndbold skjótt fer at kunngerða 24-ára hoyvíkingin. Felagið arbeiðir eisini við at fáa Magnus Saugstrup, sum er uppvaksin í Glistrup beint við Aalborg, heim úr Magdeburg.
Júst Magdeburg er í løtuni felagið, sum í størsta mun verið sett í samband við Óla Mittún, sum í løtuni er nógv tann mest týðandi spælarin hjá GOG. Sambært okkara upplýsingum hava týsku meistararnir tvær ferðir sent boð til GOG fyri at keypa 21-ára gamla føroyingin leysan næsta summar.
So vil tíðin vísa, um vit fáa Mittún móti á Skipagøtu í oddadystum í Danmark næsta kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald