Í summar skifti Súna Krossteig Hansen úr danska botnliðnum Skanderborg til meistararnar í Montenegro, ZRK Budućnost. Champions League-hondbóltur var millum tað, ið dróg hjá føroyska landsliðsprofilinum, men hon hevur ikki at sæð í teimum trimum Champions League-dystunum hjá Budućnost.
Orsøkin er, at Súna K. Hansen gjørdist skødd fyrst í september - beint fyri 1. umfar í Champions League. Í fyrstu syftu varð hildið, at tað mest sannlíkt var eitt krossband, ið varð slitnað í eina knænum, umframt at talan eftir øllum at døma í øllum førum var um meniskskaða.
Góð kanningarúrslit eftir umstøðunum
Súna Krossteig Hansen varð skannað aftur - fekk sonevndan MRI - um vikuskiftið.
Hendan skanningin vísti tíbetur, at einki krossband er slitnað. Tað eina er tó toygnað nakað.
Hetta hevur Portalurin fingið upplýst úr Montenegro seinnapartin.
Ein krossbandsskaði hevði merkt, at kappingarárið hjá Súnu Hansen var liðugt, áðrenn tað veruliga byrjað. Og millum annað endaliga, at hon einki EM skuldi ti lí vetur.
Meniskurin darvar - endaspælið í vanda
Súna Krossteig Hansen hevur fingið skaða á einari síðu á meniskinum. Hetta varð endaliga staðfest í gjár, og hetta ger, at knæðið er heldur óstøðugt í løtuni.
26-ára gamli landsliðsspælarin greiðir Portalinum frá, at hon nú skal undir inntensa endurvenjing næstu 4-5 vikurnar.
- Talan er um endurvenjing við fysioterapeuti og styrkivenjara hvønn dag. Um alt gongst væl hesar vikurnar, kann eg byrja at renna aftur tá um ein stóran mánaða.
![]()
Hetta tíðarskeiðið endar seint í oktober. Tá eru umleið fimm vikur til EM-endaspælið í Póllandi byrjar.
Harvið hevur Súna Krossteig Hansen framvegis ein fínan møguleika fyri at verða til reiðar at spæla endaspæl aftur fyri Føroyar í ár. Men her veldst tað um, hvussu knæðið "reagerar" uppá endurvenjingina.
- Av hesari orsøki er tað torført at seta tíð á - hvussu nógvar vikur ella nógvir mánaðir hetta tekur. Sum nú er, skal eingin skurðviðgerð til, og hetta vóru góð tíðindi.
- Eg fari at arbeiða ímóti at gerast til reiðar til EM, men veit enn ikki um tað fer at ganga. Tað er eitt ivamál, sigur landsliðsprofilurin við Portalin seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald