Fótbóltur

Danskt Superligalið á vitjan á Tórsvølli í kvøld

B36 og Viborg bresta saman á Tórsvølli í seinna Conference League-dystinum. Danir vunnu fyrra dystin 3-0.

Í B36 eru tey von við longda leiktíð og brotssparkskappingar í evropafótbólti og í steypakappingini. Uppgávan í kvøld er trupul, men eingin veit hvat hendir tá B36 er á heimavølli (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-08-09 08:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

B36 hevur í kvøld eina trupla uppgávu tá Viborg FF úr donsku Superliguni er á vitjan á Tórsvølli.

Hetta er seinni dystur millum liðini í triðja umfari í Evropa Conference League-dystinum.

Viborg vann fyrra dystin á heimavølli 3-0, og tískil verður tað ógvuliga trupult hjá B36 at spæla seg víðari til playoff-dystirnar sum er seinasta umfari undan bólkaspælinum.

Samanlagdi vinnarin av hesum báðum dystunum í triðja umfari, skal spæla playoff-dystir móti West Ham úr ensku Premier League.

Dysturin byrjar klokkan 19 á Tórsvølli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder