
Í gjár vórðu hálvfinalurnar hjá monnum og kvinnum avgjørdar. Nú verður sær fram til finalurnar, ið verða seinnapartin leygardagin í Stórhøllini á Hálsi.
Les meira: Kyndil í báðum finalunum leygardagin
Nú er eisini greitt, hvørjir skulu døma finalurnar. In.fo skrivar, at hjá kvinnunum verða tað royndu dómararnir og fyrrverandi leikararnir, Hannis Wardum og Uni Wardum. Mansfinaluna døma Gert Hansen og Thomas Juul Thomsen. Gert hevur fyrr leikt í bestu deildini, og er annars mest kendur frá fótbóltinum. Hann og Arnar Dam gjørdust ársins dómarapar í fjør. Undan hesum kappingarárinum avloysti Thomas Juul Arnar.
Faxe Kondi finalurnar 2019:
Kl. 13.30 VÍF – Kyndil
Kl. 16.00 Neistin – Kyndil
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald