Annað

Dómari úr Írlandi kemur at døma seyðahundakapping á Viðareiði

Kendi írski venjarin og dómarin Paddy Fanning fer eisini at halda tvey skeið fyri føroyskum seyðahundaeigarum í oktober.

2026-08-03 14:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 24. oktober skipar Norðoya Seyðahundafelag fyri árligu seyðahundakappingini á Viðareiði.

Dómari verður tann kendi írski venjarin og dómarin Paddy Fanning, sum eisini fer at halda tvey skeið fyri føroyskum seyðahundaeigarum, skrivar Norðoya Seyðahundafelag í tíðindaskrivi.

Paddy Fanning hevur drúgvar altjóða royndir við at venja, kappast og døma seyðahundar. Vitjanin verður eitt kærkomið høvi at lyfta støðið á føroysku seyðahundunum.

Afturat sjálvari kappingini leygardagin 24. oktober á Viðareiði, fer Paddy eisini at halda tvey fáklig skeið. Meira um hetta verður at frætta seinni á Facebooksíðuni hjá Norðoya Seyðahundafelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder