Fótbóltur

Dreymahøgg hjá Daniel - Hørður sigraði

Daniel Johansen legði Thisted á odda í Gladsaxe í gjár, men heimaliðið, við Hørði Askham í miðverjuni, vann.

Daniel Johansen (t.v) skoraði til 1-0, men fyrrverandi HB-liðfelagin (í miðjuni) kundi fegnast meira um úrslitið í gjár (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Daniel Johansen (t.v) skoraði til 1-0, men fyrrverandi HB-liðfelagin (í miðjuni) kundi fegnast meira um úrslitið í gjár (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2023-10-01 13:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyingaruppgerð var í triðbestu donsku deildini í gjár. AB og Hørður Askham tóku ímóti Thisted í Gladsaxe. Daniel Johansen byrjaði inni hjá útiliðnum, og Heini Fossdalsá Sørensen var í hópinum.

Daniel spældi 73 minuttir, og 25-ára gamli føroyski vinstri bakkurin legði útiliðið á odda við vøkrum fluktara. Hetta var eftir 25 minuttir, og eftir at bólturin kom út til Daniel í samband við langt innkast, har Hørður millum annað hevði verið fyri.

Nummar 17 hjá Thisted rakti bóltin ógvuliga væl úr 25 metrum, og hann fór á vakran hátt í AB-málið. Daniel Johansen var eisini við í fleiri góðum álopum fyri steðgin, men AB fekk javnaði við góðum langskoti.

Málini og hæddarpunkt síggjast her - neyðugt er tó at stovna ókeypis brúkara

Heimaliðið tók yvir í 2. hálvleiki, og Hørður Askham, ið spældi allan dystin í miðverjuni, kundi fegnast um trý stig. Sigursmálið kom í 72. minutti.

AB liggur á 6. plássið í 2. Division við 12 stigum og harvið í ovaru hálvu. Eftir níggju umfør hevur Thisted átta stig og er trý stig frá niðurflytingarstrikuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder