B36 er eitt av feløgunum í fremstu deildunum uttan høvuðsvenjara í løtuni og hevur seinastu tíðina leitað eftir nýggjum venjara til næsta ár.
Fleiri hava verið á breddanum, og sum skilst hava onkrir norðmenn verið uppá tal.
Men síðstu dagarnar hevur eitt navn gingið aftur í gitingingunum: Andreas Patz.
Nú 43-ára gamli týskarin hevur millum annað verið hjálparvenjari í bestu belgisku deildini, fyrr í ár í stórfelagnum Anderlecht. Eisini hevur møguliga komandi B36-venjarin veirð greinari hjá ungarska A-landsliðnum.
Patz stóð á odda fyri Regensburg í 2. Bundesligu í 2024, umframt at hann hevur stjórnað liðum í lægru deildunum í Týsklandi, har tað tó framvegis er yrkisfóbóltur.
Portalurin hevur fingið váttað, at Andreas Patz er í Føroyum í løtuni, har ørindini eftir øllum at døma eru at tosa við B36.
Keldur siga, at tað nærkast, men at tað framvegis kunnu verða knútar sum gera, at tað ikki ber á mál við einari avtalu.
B36 hevur ársveitslu í annaðkvøld, leygardagin 14. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald