Fótbóltur

Video: - Heilt sjúkt um hann stendur rangstaddur

Omma mín hevur ikki so nógv skil fyri fótbólti, men sjálvt hon sær, at hasin spælarin órógvar, sigur Mattias Lamhauge. Málverjin greiðir frá 2-2 málinum og staðfestir: - Vit høvdu aftur uppiborið betri móti Slovakia.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-13 23:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kosice, Slovakia (Portalurin):  Eftir enn ein javnleik hjá manslandsliðnum, og enn ein 2-2 javnleik, fekk Portalurin orð á ein frustreraðan Mattias Lamhauge.

Serliga var tað seinasta málið, har Strømsgodset-málverjin var órógvaður á ymsan hátt - serliga av einum slovaka sum sá út til at vera í rangstøðu.

Annars var Mattias Lamhauge errin av føroyska avrikinum, sum aftur vísur nakað.

Sí videosamrøðu ovast

Sí eisini: Sterkt føroyskt avrik í Slovakia - men sama søga

--------------------------------------------------------------

Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
Slovakia - Føroyar 2-2 (1-1)
17' Erik Prekop 1-0
30' Viljormur Davidsen, br. 1-1
48' Áki Samuelsen (Petur Knudsen) 1-2
74' Lukas Haraslin 2-2

Moldova - Kasakstan 2-1 (1-0)

6. og seinasta umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar

Til ber at skráseta seg til atgongumerki her

Støðan: 
1. Slovakia 11 stig *
--------------------
2. Moldova 7 stig
-------------------
3. Føroyar 5 stig 
4. Kasakstan 2 stig **

* Hevur vunnið bólkin
** Hevur einki at spæla fyri

Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder