Fótbóltur

EBS/Skála og NSÍ hava besta útgangsstøðið

EBS/Skála vann 2-0 móti HB í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini. Í hinari hálvfinaluni vann NSÍ 1-0 móti oddaliðnum í landskappingini, KÍ.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-15 22:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

EB/Streymur og NSÍ fingu besta útgangsstøðið til seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini, tá fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vórðu avgreiddar í kvøld.

Við tveimum málum frá Leu Lisberg vann EBS/Skála undir Mýruhjalla á Skála í kvøld ímóti HB. Oddaliið KÍ leikti móti NSÍ, og tað var ikki fyrr enn í evstu løtu at NSÍ vann dystin 1-0 har Stefania Cabral skoraði fyri runavíkskvinnur, sum liggja á øðrum plássið í landskappingini.

Seinnu hálvfinalurnar verða leiktar leygardagin 1. oktober. Steypafinalan hjá kvinnum verður 29. oktober.

EBS/Skála - HB 2-0 (2-0)
15’ Lea Lisberg 1-0
30’ Lea Lisberg 2-0

KÍ - NSÍ 0-1 (0-0)
90’ Stefani Cabral 0-1

Fleiri myndir um eina løtu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder