Í fjør vann EBS/Skála fyrst steypakappingina og síðani FM-heiti. Hetta var fyrsta føroyameistaraheitið í hesari øldini, ið KÍ ikki vann.
FM-heitið gav EBS/Skála rættin at spæla í Champions League. Føroyska liðið er í undankappingarbólki nummar 9, ið verður leiktur í Litava í hesum døgum.
EBS/Skála kvinnurnar fingu seg royndar á fyrsta sinni í dag. Søguligi dysturin var móti NSA Sofia úr Bulgaria. Tað endaði við 3-0 sigri til bulgarska liðið, ið sambært hagtølunum hjá UEFA hevði fleiri málroyndir og hevði bóltin nakað meira. Tað var 2-0 í hálvleikinum, og 3-0 málið kom miðskeiðis í 2.hálvleiki.
EBS/Skála beit eisini frá sær til tíðir í sínum fyrsta evropeiska dysti nakrantíð.
NSA Sofia - EBS/Skála 3-0(2-0)
Liðið hjá EBS/Skála:
Anna S. Hansen - Birna T. Mikkelsen, Durita Mikkelsen, Rakul Magnussen, Marita Jarnskor(Ásgerð K. Prestá) - Silja P. Augustinussen(65.min: Eyðbjørg Ellingsgaard), Ansy S. Jacobsen(L), Kára Djurhuus, Margunn Lindholm, Lea S. Lisberg - Randi Fagradal(Sunnvá F. Johansen)
Venjari: Mathias Davidsen
Næsti dysturin hjá EBS/Skála er móti vertunum, Gintra. Hann verður fríggjadagin klokkan 16.00 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald