Fótbóltur

Staðfest: FC Suðuroy verður aftur at síggja í bestu deildini næsta ár

4-1 sigur móti oddaliðnum, og hinum uppflytaranum, tryggjaði hetta í 23. umfari. Harvið stuttur steðgur í 1. deild hjá teimum úr sunnaru helvt av Suðuroynni.

Liðformaðurin Pætur Augustinussen bæði skoraði og legði upp í sigrinum, sum tryggjaði FC Suðuroy uppflyting (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Liðformaðurin Pætur Augustinussen bæði skoraði og legði upp í sigrinum, sum tryggjaði FC Suðuroy uppflyting (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-13 17:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist ongantíð av álvara stórur spenningur um uppflytingarplássini í næstbestu mansdeildini anno 2026.

B71 tapti tveir teir fyrstu dystirnar, men síðani hava sandoyingar verið meira ella minni suverenir. Uppflytingin hjá B71 varð tryggjað fyri 15 døgum síðani

Les eisini: B71 skal upp í bestu deildini fyri fyrstu ferð síðani 2011

Myndir: B71 millum teir bestu aftur

Í dag vóru sandoyingar í Suðuroynni, har hin uppflytarin kom uppá pláss - í fimtseinasta umfari.

FC Suðuroy flutti niður úr fremstu deildini á seinasta leikdegi í fjør men hevur verið á uppflytingarkós so at siga alt 2026.

FC Suðuroy hevur sæð væl sterkari út enn ÍF og TB, sum eisini fór niður. Fimta liðið sum kundi flyta upp, FC Hoyvík, er í hørðum stríði við serliga HB um at halda sær í deildini.

Støðan, nú fýra umfør eru eftir í 1. deild:


[object Object]
Við úrslitinum í Vági í dag, ber ikki til hjá ÍF at matematiskt fáa FC Suðuroy aftur 

FC Suðuroy vísti seinnapartin, hvør hevði meira at spæla fyri í útsetta dystinum á Eiðinum.

Tað var 2-0 í 45. minutti, tá B71 fekk reytt kort -  Jonathan Nielsen Canto fekk beinleiðis reytt kort. Tað varð 3-0 í 59. minutti, og hóast B71 javnaði fimm minuttir seinni, kom ikki veruligur spenningur í aftur í Vági.

Tað endaði 4-1, og harvið skal varð steðgurin hjá FC Suðuroy í 1. deild stuttur hesaferð: Liðið hjá Markus Thorberg skal spæla í Meistaradeildini í 2027. Hetta saman við millum annað B71 - niðurflytararnar kenna vit í oktober.

Pætur Augustinusen, Salmundur Bech, Mattias Dahl Djurhuus og Olivur Renéson Thomsen skoraðu málini hjá FC Suðuroy.

Sí meira um dystin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder