Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í ávikavist Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.
Í báðum førum var avrátt, at dystirnir skuldu spælast á sama staði, har samanlagdi vinnarin kom víðari.
Hjá Kyndli gekst betri í fyrra dystinum, sum var leygardagin (minus fýra). Í dag var munurin sjey mál í steðginum, og eftir at floytan ljóðaði seinastu ferð í Ferlach.
VÍF skapti nakað av spenningi í Trogir. Vestmenningar vóru á odda í steðginum sunnukvøldið, tá seinni dysturin var. Men tað eydnaðist ikki at halda stásið við líka, og kroatar vunnu aftur.
Tó fingu bæði liðini fínar royndir í evropeiskari kapping - móti liðum úr góðum hondbóltstjóðum.
European Cup 1. umfar - seinni dystirnir
Sunnudagin 13. september
SC Kelag Ferlach - Kyndil 29-22 (18-11)
Samanlagt vann liðið úr Eysturríki við 11 málum
Sí meira um dystin her
MRK Trogir - VÍF 30-34 (17-16)
Samanlagt vann liðið úr Kroatia við 9 málum
Nú kunnu VÍF og Kyndil fult og heilt hugsavna seg um heimligu kappingina, sum júst er farin í gongd. Í oktober kemur H71 uppí European Cup, tá 2. umfar er á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald