Fótbóltur

Ein søtur stríðssigur

Tað kravdi gott tol og gróthart arbeiði, men tá samanum kom, vann U19 landsliðið ein uppibornan 2-0 sigur móti Kýpros í EM undankappingini.

(Mynd: FSF)

(Mynd: FSF)

2021-10-24 21:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: U19 landsliðið við gentum skuldi í gjár reisa seg aftur eftir ósigur móti makedónum í fyrsta dystinum í EM undankappingini, sum verður spæld í Mogilev í Hvítaruslandi í hesum døgum.

Frá fyrsta bríksli vístu føroysku genturnar seg frá síni bestu síðu, og tær vóru eisini leikliga omaná allan fyrra hálvleik, hóast tað ikki eydnaðist at fáa hol á málskjótingina. Beint fyri steðgin rendi føroyska liðið seg eisini í mótgongd, tá ið liðskiparin Sunniva Willemoes varrð rikin av vøllinum við reyðum korti fyri at nýta tiltiknu neyðbremsuna at steðga einum kypriotiskum skjótálopi. 

At spæla í minniluta kravdi eisini sítt av gentunum í seinna hálvleiki, men hesa avbjóðingina megnaðu tær til fulnar, segði ein væl nøgdur venjari Pætur S. Clementsen eftir dystin. 

– Í seinna hálvleiki vístu spælararnir hjá okkum ein framúrskarandi stríðsvilja. Tær kempaðu og runnu allan hálvleikin á tamb, og tað gav eisini úrslit, sigur hann. 

Úrslitið varð skapað eitt gott korter efttir steðgin. Fyrst var tað Anitha á Dalinum, sum legði Føroyar á odda í 61. Minutti, og bert níggju minuttir seinni økti Malena Olsen til 2-0. 

– Í løtum høvdu vit kvalitet í okkara spæli, og vit skoraðu tvey sera góð mál. Tað var forloysandi fyri okkum øll, og eg unni veruliga spælarunum hesa fantastisku kensluna av at vinna ein landsdyst, tí tað er nakað av tí besta, sum ein fótbóltsspælari kann avrika, sigur landsliðsvenjarin. 

Hann leggur afturat, at talan í roynd og veru var um ein stríðssigur, har genturnar avrikaðu væl í mótgongd. 

– At spælarar á henda hátt traðka í karakter, tá ið harðast leikar á, tað vísir veruligt samanhald og trúgv upp á egin evni. Tað var fantastiskt at vera vitni til, og hendan upplivingin er ótrúliga týdningarmikil fyri spælararnar og liðið hjá okkum sum heild, sigur Pætur S. Clementsen at enda. 

U19 landsliðið hevur nú ein dyst eftir í undankappingini, og hann verður týsdagin ímóti vertstjóðini Hvítaruslandi.


placeholder
placeholder