Tríggjr ferðir í summar hava evropeisk mótstøðulið hjá føroysku liðunum havt avbjóðingar við mjørka og øðrum, tá tey eftir ætlan skuldu lenda í Vágum við leiguflogfari dagin fyri dyst.
Tað fór veruliga av sporinum í síðstu viku, tá Lech Poznan fekk Europa League-dystin móti KÍ fluttan til fríggjakvøld, hóast póllendingar lendu hósdag.
Hesaferð verða ikki líknandi ikki avbjóðingar hjá KÍ, sum hósdagin skal taka ímóti Riga FC í fyrra Conference League-røkkstøkkdystinum.
Sí eisini: KÍ kann aftur spæla evropeiskan dyst í Klaksvík
Tí fyri lítlari løtu síðani, klokkan 10.32, lendi leiguflogfarið hjá Baltic Air.
Einki Flight Radar-drama hesaferð: Riga FC er í landinum (Mynd: flightradar24.com)
![]()
Spælarar hjá Riga FC fara umborð á flogvøllinum í Lettlandi í morgun (Mynd :Riga FC)
Teir hjá Riga FC fóru úr lettiska høvuðsstaðnum tíðliga fyrrapartin og skulu nú fyrireika seg til ógvuliga týðandi dystin móti føroyameistarunum.
Samanlagdi vinnarin fer í deildarspælið í Conference League. Fyrri dysturin verður spældur við Djúpumýru klokkan 18.30 í morgin.
FM1 sigur frá dystinum og til ber at fylgja gongdini og síggja nógv tilfar á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald