2026-11-28 01:00
HSF: Hóast føroysku U17-kvinnurnar runnu aftaná tað mesta av dystinum móti Ísrael í dag, so góvu okkara ongantíð upp, og tryggjaðu sær sigurin seinastu 5 minuttirnar. Føroyar vunnu 32-30, eftir at Ísrael var á odda 15-11 í hálvleikinum.
Føroyar spældu heldur trilvandi í fyrra hálvleiki. Talan er um fyrsta dyst í EM-undankappingini, og var spælið nakað nervøst við villum og brendum kjansum. Eyðsýndar í føroyska álopinum vóru tó serliga Olivia Kristiansen og Poulina á Heygum, sum stóðu fyri nógvum í fyrra hálvleiki. Ísrael legði seg á odda og øktu tær so líðandi um leiðsluna í fyrra hálvleiki, og vóru tær frammanfyri 15-11 í steðginum.
Poulina á Heygum, føroyski toppskjúttin, í gjøgnumbroti
Okkara royndu alt tær kundu í seinna hálvleiki, men vóru eisini óhepnar í fleiri støðum og kendist dysturin leingi sum ein mótbrekka. Føroyar vóru aftanfyri 27-23 tá 48 minuttir vóru leiktir, men so fór at bragda. Verjan stóð betri, málverjarnir fingu fatur og munurin minkaðu skjótt. Tá 56 minuttir vóru farnir, vóru Føroyar fyri fyrstu ferð á odda í dystinum 29-28.
Ísrael svaraði tó aftur, og fylgdust liðini seinastu minuttirnar, til Poulina á Heygum og Fía Nolsøe tryggjaðu sigurin við málum ávikavist 18 og 6 sekund fyri leiklok. Føroyar vunnu 32-30.
Fagnaður eftir at floytan hevði ljóðað fyri seinastu ferð við Tjarnir (Myndir: AVA Photography/Hondbóltssamband Føroya)
Í hinum dystinum við Tjarnir í kvøld vann Ísland 32-17 á Turkalandi.
Leygardagin 28. november spæla Turkaland og Ísrael kl. 14.30 og Ísland og Føroyar kl. 17.00, har vinnarin í minsta lagi av álvara nærkast EM - tvey lið koma víðari til endaspælið næsta ár.
Eisini verður ein U19 vinardystur millum Føroyar og Stóra Bretland kl. 19.30.
Atgongumerki fáast á tjarnir.fo. Børn í skúlaaldri sleppa gratis inn. Dystirnir verða eisini stroymdir á Portal Play
EM-undan
Føroyar - Ísrael 32-30 (11-15)
Málskjúttar hjá Føroyum:
Poulina á Heygum 7
Fía Nolsøe 6 (3)
Súnfríða Fonsdal Zachariasen 5
Hervør Hansen 4
Oliva Kristiansen 4
Andrea Heinadóttir 2
Jóna Sólgerðardóttir 2
Gyða Beata Djónadóttir 1
Hanna Thomsen 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald