Kappróður

Einki HM-heiðursmerki til Sverra

Hann gjørdist nummar fimm í A-finaluni í einskullara hjá monnum í dag, tíggju sekund aftanfyri týska favorittin, Oliver Zeidler, sum endurvann HM-gullið.

Sverri Sandberg Nielsen endaði á 5. plássi í A-finaluni í dag (Savnsmynd: Balint Czucz)

Sverri Sandberg Nielsen endaði á 5. plássi í A-finaluni í dag (Savnsmynd: Balint Czucz)

2023-09-10 13:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri løtu síðani var A-finalan í einskullara hjá monnum í HM-kappingini í Beograd, og tíverri bleiv tað einki heiðursmerki til Sverra Sandberg Nielsen, sum umboðaði danska landsliðið.

Miðvingurin endaði á 5. plássi og kom á mál 10 sekund eftir týska favorittin, Oliver Zeidler, sum varð fyrstur á mál við tíðini 6.38.08. Zeidler vann eisini HM-gull í fjør. 

Næstur á mál var niðurlendski Simon Van Dorp, og á triðja plássi var nýsælendski Thomas Mackintosh.

Sunnudagin vann Sverri annars innleiðandi róðurin, mikudagin vann hann fjórðingsfinaluna, og fríggjadagin gjørdist hann nummar tvey í hálvfinaluni og tryggjaði sær harvið eitt pláss á olympisku leikunum í París næsta summar.

Sverri hevur eisini vunnið silvur á øllum trimum World Cup stevnum í ár. Á øllum trimum stevnum var tað eisini Zeidler, sum fór av stað við gullinum.

Í EM-kappingini í mai bleiv tað tó heldur ikki til nakað heiðursmerki til miðvingin, sum tá endaði á fjórða plássi. Tá endaði Zeidler sum nummar trý.

Úrslit - A-finala

1 Oliver Zeidler, Týskland - 6.38.08

2 Simon Van Dorp, Niðurlond - 6.39.26

3 Thomas Mackintosh, Nýsæland - 6.40.33

4 Stefanos Ntouskos, Grikkaland - 6.40.56

5 Sverri Sandberg Nielsen, Danmark - 6.48.19

6 Damir Martin, Kroatia - 7.06.39


Dagførd kl. 14.14

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder