Fótbóltur

Eli skal hjálpa Håkan - Bagge tekur yvir á U21-landsliðnum

Hjálparvenjarin til A-landsliðið er nú funnin, og FSF hevur eisini sett avloysaran fyri hann á U21-landsliðnum.

Eli Hentze avloysir Jóannes Jakobsen sum hjálparvenjara á U21-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Eli Hentze avloysir Jóannes Jakobsen sum hjálparvenjara á U21-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-05 22:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Tað er við sorgblídni at eg sigi farvæl við U21-landsliðið, men hetta verður ein onnur spennandi uppgáva, sum eg síggi við stórum spenningi fram ímóti, sigur nýggi hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við monnum, Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Nú er greitt, at tað verður Eli Hentze, ið verður hjalparvenjari hjá Håkan Ericson.  Hetta boðar Fótbóltssamband Føroya frá í kvøld. Ein fýra-ára sáttmáli er skrivaður við 50-ára gamla sandoyingin.

Eli Hentze hevur leingi verið virkin í ungdómsfótbólti í Føroyum. Bæði í barndómsfelagnum B71 og í FSF, har hann hevur staðið á odda fyri U15-landsliðnum hjá dreingjum, hevur verið fótbóltsmennari og seinastu árini verið venjari á U21-landsliðnum.

Tað at Eli Hentze tekur við hjálparvenjarastarvinum á A-landsliðnum hevur við sær, at U21-landsliðið fær ein nyggjan høvuðsvenjara. Til tann sessin hevur Fótbóltssamband Føroya valt 48 ára gamla Sámal Erik Hentze í starv. Hegga Samuelsen heldur fram sum hjálparvenjari.

[object Object]
Sámal Erik Hentze stóð í 2019 á odda fyri Víkingi. Hann stóð í 2016 og 2017 á odda fyri FM-liðum (Mynd: Sverri Egholm) 

Havnarmaðurin er mest kendur fyri síni avrik sum venjari í fremstu mansdeildini seinasta stóra áratíggju. Har hevur hann staðið á odda fyri AB, HB, B36, Víkingi og NSÍ. Tilsamans hevur Bagge, sum hann verður nevndur, vunnið fýra  føroyameistaraheitið (tvey við Víkingi, eitt við HB og eitt við B36):

- Hetta verður nakað heilt annað í mun til tað, ið eg havi roynt áður, men eg gleði meg at koma í gongd, og skal sjálvandi royna at byggja upp á tað góða arbeiði, sum mín undangongumaður hevur gjørt, sigur Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Fyrsta uppgávan hjá nýggja U21-landsliðsvenjaranum verður EM-undankappingardystur á heimavølli ímóti Spania, sum verður á Tórsvølli hósdagin 26. mars.

Dagin eftir, friggjadagin 27. mars, spælir A-landsliðið við monnnum venjingardyst ímóti Danmark á MCH Arena í Herning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder