Hondbóltur

Elias í uppskoti sum heimsins besti ungi spælari fyri 2023

21-ára gamli føroyski spælskiparin er tilnevndur til stóra heiðurin saman við týskum stjørnum og vegna stóru avrik síni seinasta ári. Til ber at atkvøða fyri Eliasi.

Altjóða hondbóltssamgongan hevur serliga tilnevnt føroyingin vegna síni avrik í U21 HM-endaspælinum síðsta summar. Har gjørdu føroyski spælskiparin og liðfelagirnir av við millum annað Spania, og Elias Ellefsen á skipagøtu kom á All Star-liðið (Mynd: Sverri Egholm)

Altjóða hondbóltssamgongan hevur serliga tilnevnt føroyingin vegna síni avrik í U21 HM-endaspælinum síðsta summar. Har gjørdu føroyski spælskiparin og liðfelagirnir av við millum annað Spania, og Elias Ellefsen á skipagøtu kom á All Star-liðið (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-26 16:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Fyri serliga góð og merkisverd avrik í 2023, hevur Altjóða hondbóltssambandið, IHF, tilnevnt Elias Ellefsen á Skipagøtu til 2023 IHF Young Male World Player of the Year. Elias er tilnevndur saman við Juri Knorr og Nils Lichtlein úr Týslandi.

Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya seinnapartin. Altjóða hondbóltssamgongan hevur serliga tilnevnt føroyingin vegna síni avrik í U21 HM-endaspælinum síðsta summar. Hetta skrivar ihf.info.

Elias Ellefsen á Skipagøtu skein fyri Føroyar, sum endaðu á 7. plássi í U21-endaspælinum í Týsklandi og millum annað vunnu á Spania, Portugal og Kroatia. Elias gjørdi 70 mál og legði upp til 48 onnur. Fyri avrikini varð hoyvíkingurin valdur á All-Star liðið sum besti spælskipari í kappingini.

Nils Lichtlein, ið var stjørnuspælari hjá týsku vertunum og gullvinnarunum í somu kapping, er eisini tilnevndur. Hann spælir til dagliga saman við Hákuni West av Teigum í Füchse Berlin. Juri Knorr gjørdist ársins ungi spælari í HM hjá teimum vaksnu í 2023. Hann er eisini týskari og spælir í Bundesliguni - Knorr er stjørna á týska A-landsliðnum og tann triði, ið er tilnevndur.

Av tí at tað er IHF, verður ikki komið so nógv inn á EM, men har átti Elias á Skipagøtu stóran leiklut í, at Føroyar í 2023 spældu seg til EM-endaspælið. Hann hevur eisini skift addressu til Kiel, har hann í løtum veruliga skínur. Nú er 21-ára gamli hoyvíkingurin so í uppskoti til at gerast heimsins besti ungi spælari fyri síðsta kalendaraár.

Til ber at atkvøða frá nú og til og við mánadagin 11. mars á midnátt. Kunning um hetta sæst á heimasíðuni hjá IFH. 

HER kann atkvøðast fyri "besta unga spælara hjá monnum" - ein av fýra stórum heiðurum hjá IHF. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder