Fótbóltur

Taptu 2-0 fyri Estlandi

A-landsliðið við kvinnum tapti leygardagin 2-0 fyri Estlandi í hálvfinaluni í Baltic Cup.

(Mynd: Jóhanna Thomsen)

(Mynd: Jóhanna Thomsen)

2026-11-29 15:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Seinnapartin leygardagin spældi føroyska kvinnulandsliðið hálvfinalu í Baltic Cup 2026, sum í ár er í Estlandi.

Dysturin ímóti vertstjóðini varð spældur í Jalgpallihøllini, sum er ein innandura fótbóltshøll í Paide.

Tað vóru estisku kvinnurnar, ið fingu betru byrjanina. Tá eitt stórt korter var spælt legði Katriin Saulus heimaliðið á odda, og stutt undan steðginum økti Katrin Kirpu um estisku leiðsluna.

Í seinna hálvleiki løgdu føroysku kvinnurnar nógv fyri at venda gongdini, men fleiri mál komu ikki, og tískil endaði dysturin við einum 2-0 sigri til Estland.

Í hinari hálvfinaluni vann Litava 3-0 á Lettlandi. Tað merkir, at Estland og Litava skulu spæla finaluna, meðan Føroyar og Lettland hittast í dystinum um triðja plássið.

Dysturin millum Føroyar og Lettland verður spældur týsdagin 1. desember.

Fleiri myndir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder