Annað

EM í svimjing byrjar í morgin

Heini Mohr Askam og Líggjas Joensen úr Ægir, og Ísak Brisenfeldt og Silas Dam Lindberg úr Havnar Svimjifelag umboða Føroyar í kappingini, sum er í París.

(Mynd: Svimjisamband Føroya/Facebook)

(Mynd: Svimjisamband Føroya/Facebook)

2026-08-09 15:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fýra svimjarar umboða Føroyar í EM í svimjing í París, sum byrjar í morgin.

Teir eru Heini Mohr Askam og Líggjas Joensen úr Ægir, og Ísak Brisenfeldt og Silas Dam Lindberg úr Havnar Svimjifelag.

Teir megnaðu allir at svimja seg til yvir 700 aqua-stig og tískil vórðu teir úttiknir av Svimjisambandi Føroya.

Teir svimja innleiðandi næstu dagarnar. Skráin er:

  • Mánadag 10. august:​4x200 frí
  • Týsdag 11. august:​800 frí: Líggjas og Heini​
  • Mikudag 12. august:​100 firvald: Isak
  • Hósdag 13. august:​200 frí: Allir OG 4x100 frí
  • Fríggjadag 14. august:​50 bringa: Heini​
    200 firvald: Isak
    1500 frí: Líggjas
  • Sunnudag 16. august:​400 frí: Heini, Líggjas, Silas
    4x100 blandað sunnudagin.

Innleiðandi byrjar klokkan 8.30 føroyska tíð, og kappingin kann stroymast á eurovision sport, skrivar Svimjisamband Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder