Fótbóltur

Enn ein leikari til AB

33-ára gamli spaniólin Pedro Tarancon Anton kemur úr B68 og hevur spælt í føroyskum fótbólti í fýra ár.

Næstformaðurin hjá AB, Ørvur Andreaasen, saman við Pedro Tarancon Anton (Mynd: Argja Bóltfelag)

Næstformaðurin hjá AB, Ørvur Andreaasen, saman við Pedro Tarancon Anton (Mynd: Argja Bóltfelag)

2019-12-17 08:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið kunngjørdi AB, at miðvallarin Janus Svabo Samuelsen hevði skrivað undir sáttmála við felagið fyri 2020. Vágamaðurin er komin úr Skála, og seint í gjárkvøldið skrvaði AB at ein spanskur verjuleikari er komin til felagið.

Talan er um Pedro Tarancon Anton, ið fyllur 33 ár í vikuni, sum hevur spælt í Føroyum síðani 2016. Tá spældi hann í Betrideildini við B68, síðani hálvt ár í 1. deild, áðrenn hann fór til ÍF í seinnu hálvu í 2017. Har upplivdi Pedro enn eina niðurflyting, og síðani hevur hann spælt við B68 í 1. deild.

Sambært FaroeSoccer hevur verjuleikarin spælt 93 dystir í føroyskum fótbólti.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder