placeholder

Erling Eidesgaard skjótastur um fjørðin í Nólsoyarsvimjingini

Tólv menn svumu í gjár um Nósloyarfjørð. Erling Eidesgaard var fyrstur á mál í Nólsoy við tíðini ein tíma og fjúrtan sekund.

2022-08-14 22:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sum siðvenja er á Ovastevnu, varð leygardagin fyri 23. ferð svomið kapp um Nólsoyarfjørð. Klokkan 10:30 smugu tólv svimjarar sær gjøgnum taran niðanfyri Radioamatørararnar yviri við Strond í Havn og løgdu til brots ímóti Nólsoynni. Í beinari linju er teinurin góðar 4 kilometrar

Fyrstur upp á land á verndaroynni og kom á mál við Grindina, var Erling Eidesgaard við vinnaratíðini 1 tími, 14 minuttir og 26 sekund. Nummar tvey var Oluf Færø við tíðini 1:18:40, og nummar trý var Einar Djurhuus við tíðini 1:19:03.

[object Object]

Í ár varð sum nakað nokkso óvanligt byrjað at svimja á eystfallinum - ein tími var eftir av eystfallinum við norðurráki. Komnir út á hálvan fjørðin umleið, varð tað vestfall og suðurrák. Linjan tvørtur um fjørðin var tí hesaferð nógv beinari. 

Nólsoyarsvimjingin var fyrstu ferð í 1998, og síðani hevur verið svomið á hvørjum ári undantikið í 2013 vegna veður og í 2020 vegna koronu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder