Hondbóltur

Fara nú í gongd í Bulgaria

Fyrsti dystur hjá U19-monnunum í EHF Championship kappingini verður móti vertunum. Bríkslað verður í gongd klokkan 17 og til ber at síggja dystin á ehftv.com.

Føroyska liðið eftir sigurin á Noreg 6. august (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Føroyska liðið eftir sigurin á Noreg 6. august (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2021-08-17 13:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

6-8 august spældu føroysku U19-menninir móti Noregi, Svøríki og Danmark í Scandinavian Open í Lund. Tey trý mótstøðuliðini nýtti hetta sum fyrireiking til EM-endaspælið fyri U19-landslið, sum í løtuni er í gongd. Liðið hjá Juliani Johansen og Mark Lausen-Marcher nýtti hesar dystir sum fyrireiking til EHF Championship kappingina, sum nú er farin í gongd í Bulgaria.

Kappingin er fyri lið, sum ikki luttaka til EM-endaspælið. Føroyar eru í bólki saman við vertunum og ovast styrkismetta liðnum, Kekkia.  Stóra Bretland skuldi upprunaliga vera við, men trekti seg í orsakað av covid19-avbjóðingum, skrivar Hondbóltssamband Føroya.

Í hinum bólkinum í kappingini eru Hvítarussland, Slovakia, Litava og Finnland. Í gjár vann Kekkia 33-18 á Bulgaria, og í dag eru tað Bulgaria og Føroyar, ið bresta saman í dag klokkan 17. Vinnarin av kappingini kemur til U20 EM-endaspælið, sum veður í 2022.

Dysturin kann, eins og allir aðrir dystir í kappingini, stroymast ókeypis á ehftv.com, har tað er skjótt og lætt at gera sær ein brúkara.

Yvirlit yvir dystir og úrslit í kappingini síggjast kunnu síggjast her:

Føroyski hópurin:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, H71
Alexander Sacho Lacok, VÍF

Útileikarar:
Janus Dam Djurhuus, H71
Baldur Gillason, H71
Pauli Høj, Neistin
Hákun West av Teigum, Skanderborg
Bogi Hansen, H71
Ragnar Karlsson, H71
Viktor Nørlyng Gaini, GOG
Sakir Tróndarsson Frýdal, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF
Pauli Mittún, H71
Óli Mittún, GOG
Ári Rúnason, H71
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Savehof
Sveinur Olafsson, H71

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder