Annað

FH Hafnarfjørður leigar Jákup Thomsen

Jákup Thomsen spælir til dagligt við FC Midtjylland í Danmark.

2018-07-03 12:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

FH Hafnarfjørður boðar frá á heimasíðu síni, at felagið hevur gjørt lánisáttmála við FC Midtjylland um føroyska álopsleikaran Jákup Thomsen.

FH skrivar á heimasíðu síni, at 20 ára gamli Jákup Thomsen spælir á føroyska U21 landsliðnum, og at hann seinasta kappingarár spældi við Thisted í donsku B-deildini. Jákup Thomsen hevur sáttmála við FC Midtjylland fram til 2022.

- Hetta er ein møguleiki hjá Jákupi at vísa seg fram og at fáa royndur sum fótbóltsleikari, sigur Svend Graversen, sum er ítróttarstjóri í FC Midtjylland.

Jákup Thomsen skifti til FC MIdtjylland í 2013.

Jákup Thomsen verður liðfelagi við Brandur Hendriksson Olsen í FH, sum endaði nummar trý í bestu íslendsku deildini seinasta kappingarár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder