Annað

FIFA vil síggja minni til vakrar kvinnur í HM

Sjónvarpsrásirnar vísa ov nógvar myndir av vøkrum konufólki.

2018-07-12 13:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Altjóða fótbóltssamgongan FIFA biður nú tær sjónvarpsrásir, sum senda frá HM, um at vísa færri myndir av vøkrum kvinnum til dystirnar.

FIFA vísir á, at fótbóltssamgongan ger nógv burturúr at berjast móti kynjamismuni og at hetta er ein størri trupulleiki í Russlandi enn eitt nú rasisma. FIFA fer tí at práta við sjónvarpsrásirnar og teirra egna framleiðslulið.

Umrøðuevnið tók seg upp mikudagin, tá anti-mismunar ætlanin hjá FIFA í Russlandi varð eftirmett. Her vísti tað seg, at fleiri hendingar hava verið um kynjamismun, og at hevur trupulleikin við  at viðhaldsfólk hava gjørt seg inn á kvinnulig frásøgufólk verið størri enn rasisma undir endaspælinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder