Fótbóltur

Filip er við í Bruttohópinum - Áki er ikki tøkur

23 leikarar eru úttiknir til venjingarnar millum jól og nýggjar. Helst verða 16 leikarar tiknir við HM-undankappingina í Luksemburg í januar.

Sonni Larsen hevur úttikið sín bruttohóp (Mynd: Sverri Egholm)

Sonni Larsen hevur úttikið sín bruttohóp (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-17 13:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

10-12 januar spælir føroyska manslandsliðið í HM-undankappingarbólki í Luksemborg. Hann skal vinnast, um Føroyar skulu víðari í undankappingini. Umframt Luksemborg eru Slovakia og Litavia við í bólkinum.

In.fo skrivar í dag, at bruttohópurin er úttikin. 23 leikarar eru við og skulu venja saman 28. 29. og 30. desember. Eftir nýggjár verður endaligi hópurin úttikin. Hòpurin skal allarhelst skerast við sjey leikarum. Í einum dystarhópi eru 16 leikarar, so hópurin verður íhvussu er ikki nógv størri enn hetta.

Áki Egilsnes skuldi verða við í hópinum, men vestmnningurin á Akureyri er skaddur. Vilhelm Poulsen úr H71 avloysir hann, og júst H71 er best umboðað við sjey leikarum. 

Áhugavert er, at Filip Jojic er við. Toppskjúttin í føroyskum hondbólti fær eftir ætlan pappírini uppá pláss heilt skjótt, so hann kann umboðað Føroyar.

Málverjar:
Nicholas Satchwell, Neistin
Tórður Guttesen, Kyndil
Tóraldur Kollsker, FIF (DK)
Hørður Trygvason, H71

Vinstru vengir:
Rói Berg Hansen, FIF (DK)
Leivur Mortensen, H71
Rúni Joensen, KÍF

Høgru vengir:

Allan Norðberg, KA (ÍS)
Nicklas Selvig, KÍF
Pætur Thomsen, H71

Bakspælarar:
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Hilmar Leon Jakobsen, H71
Brandur Halgirsson, AJAX (DK)
Jónas Gunnarsson Djurhuus, FIF (DK)
Filip Jojic, VÍF
Teis Horn Rasmussen, HEI (DK)
Kjartan Johansen, Viking (NO)
Peter Krogh, H71
Vilhelm Poulsen, H71

Strikur:

Helgi Hildarson Hoydal, Viking (NO)
Rókur Akralíð, HEI (DK)
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Pætur Mikkjalsson, H71

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder