Fótbóltur

Fingu aftur stig móti Serbia

Jørgen Nielsen legði Føroyar á odda við sínum fyrsta U21-máli, men Serbia javnaði í 77. minutti. Føroyar fingu samanlagt tíggju stig og stig í meira enn helminginum av dystinum í hesari undankappingini og vóru heilt nær við 3. plássið og stigamet.

Føroyingar fegnast eftir leiðslumálið í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyingar fegnast eftir leiðslumálið í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-07 18:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í fjør, tá Serbia og Føroyar spældu, endaði tað við javnleiki, og eins og tá føroyska U21-landsliðið spældi í Klaksvík í fjør (móti Norðurmakedonia) endaði tað 1-1 við Djúpumýru í dag.

Føroyar og Serbia spældu um triðja plássið í bólkinum, og við sigri móti serbisku favorittunum hevði føroyska liðið sett met fyri stig í einari undankapping. Hetta var heilt nær við at eydnast; hóast Føroyar vóru nígggju leikarar fyriuttan.

Tað var málleyst eftir fyrra hálvleik. Serbar høvdu bóltin væl meira fyri steðgin, og nakrar vandastøður vóru í føroyska brotsteignum, men Føroyar fingu størsta málmøguleikan. Tað var stutt fyri hálvleiki, tá Jørgen Nielsen, ið byrjaði inni á U21-landsliðnum á fyrsta sinni og sum stríddist ógvuliga væl í álopinum, vann Føroyum eitt fríspark tætt við brotsteigarmarkið. Lukas Giessing royndi seg, serbiski málverjin bjargaði í fyrstu atløgu, men Áki Samulesen fylgdi upp. Málverjin var tó aftur til reiðar, og heldur ikki í triðju royndini fingu okkara mál.

Tað bragdaði, tá tólv minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Vælleikandi liðformaðurin Magnus Holm Jacobsen legði lágt horna inn til nærru stong. Har var 18-ára gamli Jørgen Nielsen til reiðar og fekk prikað bóltin um mállinjuna. Tað var fyrsta málið hjá spennandi glyvramanninum, ið skifti til Östers IF í Svøríki úr NSÍ fyrr í ár.

[object Object]
Jørgen Nielsen, í støðuni har hann fær fríspark. 18-ára gamli áleyparin vann nógvar nærdystir og skoraði í kvøld (Mynd: Sverri Egholm) 

Føroyski verjuparturin eydnaðist væl. Bárður á Reynatrøð hevði eina stórbjarging og stýrdi annars aftanfyri sterku miðverjuni og millum annað eisini ein stinnan Símun Sólheim á høgra bakki. Hóast stóra yvirvág komu serbar ikki til nógvar opnar málmøguleikar, men í 77. minutti kundu føroyingar irða seg, tá Mitrovic fekk smoygt sær ígjøgnum, og úr spískum smekkaði hann bóltin uppundir nettakið.

Sìðstu løtuna fóru bæði liðini eftir sigrinum, og innskifti Olaf Bárðarson, sum setti lív í, kom í tvær góðar støður. Tað endaði tó 1-1, og hetta tyktust serliga serbarnir ikki nøgdir við - føroyingar tyktust tó heilt ernir nakað seinni, tá vit fingu orðið á málskjúttan og venjaran stutt eftir flott avrikið.

Liðið hjá Sámal Erik Hentze fekk tíggju stig í undankappingini - eitt í miðal fyri hvønn dyst. Føroyar fingu stig í meira enn helminginum av dystunum - seks av tíggju dystum. Tað endaði við javnleiki í báðum dystunum móti Serbia, ið endaði á triðja plássi; eitt pláss og tvey stig frammanfyri Føroyum. Tað er ivasamt, um Sámal Erik Hentze við toymi halda fram.

Undankappingin til U21-EM 2023
Við Djúpumýru, Týsdagin 07.06
Føroyar - Serbia 1-1 (0-0)
58' Jørgen Nielsen 1-0
77' Stefan Mitrovic 1-1


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder