Annað

Finnland og Lettland vertir fyri HM í íshokki í staðin fyri Russland

Upprunaliga átti kappingin at vera í russiska býnum Sankta Pætursborg, men orsakað av krígnum í Ukraina verður hetta av ongum.

Herfyri spældi vertstjóðin Finnland ímóti Slovakia í fjórðingsfinaluni. Finnland hittir USA í hálvfinaluni í dag (Mynd: EPA)

Herfyri spældi vertstjóðin Finnland ímóti Slovakia í fjórðingsfinaluni. Finnland hittir USA í hálvfinaluni í dag (Mynd: EPA)

2022-05-28 12:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er nú greitt, at Finnland og Lettland skulu deilast um vertskapin fyri HM í íshokki næsta ár.

Tað upplýsir Altjóða Íshokkisambandið (IIHF) sambært Ritzau.

Upprunaliga skuldi næsta HM-kappingin haldast í russiska býnum Sankta Pætursborg, men orsakað av krígnum í Ukraina misti Russland vertskapin.

Tað verða í staðin finski býurin Tampere og lettlendski høvuðsstaðurin Riga, sum skulu hýsa kappingini.

Ársins HM-kapping í íshokki verður hildin í Finnlandi, og í fjør var kappingin í Lettlandi, eftir at Hvítarussland misti vertskapin orsakað av politiska ófriðinum í landinum.

HM í íshokki verður næsta ár í døgunum 12. - 28. mai. Ársins kapping endar nú um vikuskiftið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder