Fótbóltur

Føroyameistaraheitið til Klaksvíkar triðja árið á rað

Triðja árið á rað eru KÍ-kvinnurnar føroyameistarar. Tað er greitt eftir 1-0 sigur móti B36 í Gundadali seinnapartin.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-10-10 19:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Undan dystinum millum B36 og KÍ í Gundadali seinnapartin var greitt, at vann útiliðið, høvdu klaksvíkskvinnur tryggjað sær FM-heitið triðja árið á rað.

Eitt mál kom í dystinum, og tað var liðskiparin Sanna Svarvadal, sum skeyt málið.

Tað var nokk til at enn eitt meistaraheitið fer til Klaksvíkar.

Eitt umfar er eftir í bestu kvinnudeildini, og tað verður leikt næsta leygardag. Tá hevur KÍ heimavøll og AB/B71 er á vitjan.

Støðan í Betri deildini kvinnur

1. KÍ 46 stig (20 dystir)
2. EBS/Skála 41 stig (20 dystir)
3. NSÍ 36 stig (19 dystir)
4. Víkingur 32 stig (20 dystir)
5. HB 30 stig (20 dystir)
6. B36 26 stig (20 dystir)
7. 07 Vestur 12 stig (19 dystir)
8. AB/B71 3 stig (20 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder