Eins og kvinnurnar hjá Fleyr gjørdu í tveimum Challenge Cup-dystum, tapti Mjølnir 3-0, tá føroyameistararnir í gjár spældi sín fyrra dyst í evropeisku kappingini.
Hetta var í Niðurlondum, har Sleidrecht Sport tók ímóti. Greitt var áðrenn, at talan var um sterkt lið, og at Sleidrecht Sport var stórfavorittur.
Hetta er triðja árið á rað, at menninir hjá Mjølni eru við í kappingini, og tískil hevði føroyska á liðið nakað av royndum. Í mun til omanfyrinevnda Fleyr, sum tvær teir seinastu vikurnar á fyrsta sinni royndi seg.
Útiliðið var betri og betri við fyri hvørt sett í Niðurlondum mikukvøldið. Í løtum í 2. setti var ógvuliga tætt, og munurin í seinasta setti var ikki meira enn tríggjar bóltar.
![]()
Mynd: Flogbóltsfelagið Mjølnir
Hetta burdi givið teimum hjá Mjølni áræði til heimadystin í Klaksvíkar Badmintonhøllin, sum verður mikudagin 19. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald