- Vit enda við einum lykladysti á Tórsvølli, har vit fara at spæla um 2. plássið og harvið play-off dystir til deild B, sum vit ongantíð hava verið við til. FSF hevur avgjørt, at tað verður ókeypis hjá áskoðarum at koma inn. Tað vóna vit, at fólk taka væl undir við.
Soleiðis segði Eyðun Klakstein á tíðindafundinum á Tòrsvølli fyri løtu síðani. Har gjørdist greitt, at áskoðarar ikki skulu rinda fyri at koma til Føroyar - Moldova mánadagin 16. november.
- Vit hava ikki so nógvar heimadystir, men hava sæð tað so ofta seinastu árini at Føroyar kunnu fáa stór úrslit á Tórsvølli. Eisini tað at mótstøðuliðini ikki tíma so væl at koma - tey skulu helst eisini merkja tað, at tað er torført at koma á Tórsvøll. Hesaferð kunnu tey stuðla okkum at gera okkum nakað, sum Føroyar ikki hava uppnátt áður, staðfesti landsliðsvenjarin.
Sí eisini: Ari Olsen á fyrsta sinni á A-landsliðnum til kappingardystir - hópin og annað
Talan er um síðsta umfar í Nations League, har báðir dystirnir í bólkinum skulu spælast samstundis. Og av tí at hin dysturin er í Kasasktan, sum er fimm tímar frammanfyri, er neyðugt at dysturin í Føroyum verður spældur tíðliga.
Ikki ein ynskilig støða, men UEFA-ásett og Fótbóltssambandið hevur valt roynt at fáa nógv burtur úr tí. Hetta við at bjóða øllum - ella so nógvum sum passa - á Tórsvølli til dyst mánadagin um tvær vikur klokkan 15.
(Mynd: Sverri Egholm)
- Hetta er eitt heldur snedigt tíðspunkt, men hví ikki seta seg á á Tórsvøll tá. Uppbakkningur merkist altíð, tá man spælir her: Við Skansanum og øllum. So vit vóna, at nógv fólk koma at hjálpa okkum at náa málinum um at spæla play-off dystir til deild B, segði Jóannes Bjartalíð.
Meira um hetta seinni
----------------------------------------------------------------
Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar
(Moldova - Kasakstan)
6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar
(Kasakstan - Slovakia)
Støðan:
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027
Dagført: 10.28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald