Fótbóltur

Føroyameistararnir missa Bob

Bob Sumareh spælir ikki í Føroyum næsta kappingarár.

Bob Sumareh (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bob Sumareh (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-22 17:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eyðsýndi álopsleikarin hjá Føroyameistarunum, Bob Sumareh, heldur ikki fram í Klaksvík næsta kappingarár.

Áleyparin sigur við Norðlýsið, at hann ikki spælir í Føroyum í 2022.

Klaksvíkingar tryggjaðu sær meistaraheitið sunnudagin, men enn eru tvey umfør eftir at spæla. Síðsti heimadystur ímóti EB/Streymi sunnudagin, og 30. oktober hittast Víkingur og KÍ í Norðragøtu.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Og møguliga hevur Bob Sumareh spælt sín síðsta dyst fyri meistararnar. Norðlýsið skrivar, at ein afturvendandi skaði ger, at Bob er ivasamur til báðar dystirnar.

Bob Sumareh hevur skorað 14 mál fyri KÍ í 2022.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder