Fótbóltur

Føroyar - Moldova: Siga frá klokkan 15 og hava upptakt frá klokkan 13.30

FM1 og Portalurin gera nógv burturúr lagnudystinum hjá A-landsliðnum mánadagin. Til ber at fylgja gongdini í bloggi og fáa samrøður seinni.

Rúni á Reynatrøð og Martin Agnarsson tosa saman. Teir vera ávikavist á svalanum, við mikrofon, og á vøllinum, við gaggum, í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Rúni á Reynatrøð og Martin Agnarsson tosa saman. Teir vera ávikavist á svalanum, við mikrofon, og á vøllinum, við gaggum, í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-15 21:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin, mánadagin 16. november, klokkan 15 spæla Føroyar og Moldova um 2. plássið í Nations League-bólkinum.

Vinnarin fær rættin at spæla røkkstøkkdystir um uppflyting til næsthægstu deildina, Deild B, og kann hetta eisini geva fleiri fyrimunir. Moldova stendur seg við javnleiki - Føroyar skulu vinna sær trý stig.

Tað er ikki eydnast í nøkrum av dystunum í kappingini higartil: Føroyar hava spælt fimm javnleikir av fimm gjørligum. Eyðun Klakstein vísir á, at Føroyar burdu fingið meira burturúr.

- Avrikini hava verið støðug. Tað hevur ikki verið hepni. Tað er heldur av tilvild og óhepni, at vit ikki hava fleiri stig. Generellu avrikini vísa, at her er nógv gott í væntu. Grundarlagið kann leiða til nakað stórt, segði landsliðsvenjarin við miðlarnar fyrr í dag.

Les eisini: Her er nógv gott í væntu: - Grundarlagið kann leiða til nakað stórt fyri landsliðið

Nú skal alt avgerast móti Moldova, og nógv er gjørt burtur úr, í mun til áskoðarar. Útvið 5.000 fólk kunnu eisini væntast í morgin, og vit gera eisini nógv burtur úr.

FM1: 
Frá klokkan 13.30 hoyrist upptakt, har okkara raportarar fara at tosa við gestir, har verður panel, landsliðstónleikur verður spældur, og vit hoyra úr landsliðsleguni. 

Tá klokkan næstkast 15, seta vit niðan á svalan til Rúna á Reynatrøð og Gert Hansen, sum fara at siga frá dystinum.

Aftaná tekur toymi samanum, og Petur Asbjørn Lervig tosar við spælarar.

Til ber at lurta her

Á Portalinum verður beinleiðis bloggur upp til og undir dystinum, har dagført verður við myndum og teksti. Aftaná taka vit samanum - eisini við videosamrøðum.

Nations League Deild C, bólkur 3
6. og seinasta umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova

FM1 og Portalurin hava ávikavist beinleiðis frásøgn og beinleiðis blogg av Tórsvølli mánadagin - við upptakt áðrenn og við samrøðum aftaná. FM1 sendir frá klokkan 13.30

Støðan: 
1. Slovakia 11 stig *
--------------------
2. Moldova 7 stig
-------------------
3. Føroyar 5 stig 
4. Kasakstan 2 stig **

* Hevur vunnið bólkin
** Hevur einki at spæla fyri

Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder