Annað

Føroyar móti Wales

Føroyar eru styrkismettar nummar 60, Wales nummar 97. Føroysku telvararnir hava hægri styrkitøl á øllum fýra borðum. Vit sleppa tí ikki undan favorittleiklutinum, men royndirnar vísa, at so einfalt er tað kortini ikki.

Telvað verður í fleiri høllum í Chennai

Telvað verður í fleiri høllum í Chennai

2022-08-03 11:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyar telva móti Wales í sætta umfari á talvolympiaduni í India í dag.

Føroyar eru styrkismettar nummar 60, Wales nummar 97. Føroysku telvararnir hava hægri styrkitøl á øllum fýra borðum. Vit sleppa tí ikki undan favorittleiklutinum, men royndirnar vísa, at so einfalt er tað kortini ikki.

Í gjár vóru vit í líknandi støðu sum í dag, men tá endaði dysturin móti Libanon javnur 2-2. Sama var hjá Wales. Teir telvaðu í gjár 2-2 móti Norður-Makedonia, sum er styrkismett beint undir liðini á okkum. Vit hava eisini sæð fleiri onnur dømi um óvæntað úrslit. Eitt var, at Danmark mátti lúta fyri Zambia, sum er styrkismett langt niðari.

Eftir ógvuliga skiftandi mótstøðu í fyrstu dystunum, tá vit syftust millum annaðhvørt ov veik ella ov sterk mótstøðulið, eru vit nú kanska komin í slættari sjógv, har mótstøðuliðini yvirhøvur eru á okkara stigi - tó at styrkitølini kunnu siga nakað annað.

Vit hava telvað móti Wales tvær ferðir fyrr, og úrslitini hava verið sera ymisk. Fyrri dysturin var í 1988. Tá taptu vit 3½-½. Bara Bogi Ziska fekk remis. Men tíggju ár seinni vunnu vit á teimum við sama úrsliti. Tá vunnu John Rødgaard, John Arni Nilssen og Flóvin Tór Næs, og Ólavur Simonsen telvaði remis.

1988 Føroyar - Wales ½-3½

1998 Føroyar - Wales 3½-½

Spenningur í oddanum
Eftir fimm umfør vóru tvey lið eftir, sum bara høvdu vunnið. Tey eru B-liðið hjá India og Armenia. Tey møtast í toppdysti í dag. Tey hava 10 dystarstig. Men í hølunum á teimum eru fimm lið við 9 stigum - Usbekistan, India 1, USA, Kuba og Iran.

Toppdystirnir í dag:
India B. - Armenia
Usbekistan - India 1
USA - Iran
Kuba - Spania
Pólland - Serbia
Holland - Georgia
Týskland - Italia
Ongland - Eysturríki

Av norðurlondum er Norra fremst. Teir hava 7 stig á 34. plássi. Føroyar hava fimm stig, og eru nummar 97. Vit hava vunnið tveir dystir - móti San Marino og Puerto Rico - tapt tveir - móti Usbekistan og Kroatia - og javnt í gjár móti Libanon.

Dystirnir í dag byrjaði klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin. Leinki til dystirnar sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder