placeholder
Fótbóltur

Føroyar vunnu 2-1 í kuldanum

Viljormur Davidsen og Jóan Símun Edmundsson syrgdu fyri málunum í 2-1 sigrinum móti Turkalandi.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-25 21:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Góða ágrýtna føroyska spælið helt fram og tað gav av álvara úrslit. Tá 51. minuttir vóru leiktir kundi Viljotmur Davidsen leggja Føroyar á odda 1-0.

Lítla løtu seinni, í 59. minutti, var Jóan Símun Edmundsson spældur leysur og hegnisliga fekk hann bóltin upp um málverjan og í netið.

Um Tórsvøllur ikki var á gosið í fyrra hálvleiki, festi hetta av álvara í.

Turkar trýstu nógv síðstu løtuna av dystinum, og hetta gav úrslit ein minutt fyri leiklok.

Vit hava samrøður og myndir um eina løtu.

Føroyar - Turkaland 2-1 (0-0)
53’ Viljormur Davidsen 1-0
59’ Jóan Símun Edmundsson 2-0
89’ Serdar Gurler 2-1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder