17-ára gamla Sara Benjaminsen skal seinni í mánaðinum spæla á A-landsliðnum á fyrsta sinni, tá Føroyar spæla venjingardyst móti Andorra.
Og hetta hevur skjóta strandakvinnan avgjørt stigið til. Seinastu vikurnar hevur hon spælt í so at siga hvørjum dysti hjá FC Nordsjælland og millum annað skorað móti FCK.
Sunnudagin seinnapartin gjørdi Sara Benjaminsen bart, tá oddaliðið HB Køge vitjaði í Farum.
HB Køge var á odda tvær ferðir, men í báðum førum svaraðu FC Nordsjælland og Sara aftur.
Tað fyrra var gott vinstrabeinsskot beint uttanfyri brotsteign, og í 63. minutti var ungi føroyingurin til reiðar í brotsteignum og javnaði til 2-2.
Eftir dystin varð Sara Benjaminsen kosin dagsins spælari hjá heimaliðnum.
Hin føroyingurin hjá FC Nordsjælland, Kára Sigurðsson, var ikki í hópinum. Við úrslitinum er FC Nordsjælland framvegis á 2. plássi - fýra stig eru upp til oddaliðið HB Køge, sum stendur seg væl í Champions League.
Átta umfør eru eftir undan vetrarsteðginum í Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald