Astana, Kasakstan (Portalurin): - Eg havi tikið støðu um at flyta av landinum eftir kappingarárið. Tað er ein blanding av persónligum orsøkum, og tí at um eitt útlandsævintýr skal koma, so er tað nokk síðsta útkall nú.
Víkingur fer skjótt aftur at missa enn ein av sínum lyklaspælarum, sum fer aðrastaðni at royna seg. Talan er um Arnbjørn Svensson, sum á landsliðsgistingarhúsinum í Astana hevur váttað søguna, sum hevur gingið seinastu tíðina.
Hetta ger 27-ára gamli gøtumaðurin í viðtalu við Portalin og FM, har hann viðurkennir, at talan var um eina heldur tunga avgerð við blandaðum kenslum
- Tað er øðiliga ringt at fara undan sínum barndómsfelagi nú. Tað hevði tað altíð verið, og beint nú er hópurin heldur ikki so breiður. Men um tað skal verða, so er tað nú, og tað er øðiliga spennandi, samstundis sum tað er øðiliga hart at rýma frá sínum gerandisdegi gjøgnum nógv, nógv ár.
Arnbjørn Svensson sær nógv spennandi og gott í barndómsfelagnum, sum hann sjálvandi er takksamur fyri:
- Man verður væntandi aftur har einaferð, og Víkingur skal nokk klára seg - tað ivist eg onga løtu í. Serliga í ár hevur man havt ein leiklut sum ein av teimum royndastu, sum skal læra frá sær. Tað er eitt deiligt og mennandi umhvørvi at vera í. Tað hava verið nógvar skiftingar gjøgnum árini, men haldi vit hava verið ógvuliga raskir til at byggja upp, hava tol og gera tingini, sum man ger: Tað eru spælarar, øll í felagnum og eisini kommunan við uppá - hesin leisturin hóskar væl til okkum sum umhvørvi. Tað er sunt, men eisini hart til tíðir at vera partur av...tað er gevandi og stuttligt.![]()
Arnbjørn Svensson sæst mitt í her eftir steypafinalusigurin á KÍ fyri einum mánaði síðani. Gøtumaðurin var eisini við at vinna steypagull í 2022 og FM í 2024 og 2017 (Myndir: Sverri Egholm)
Hann hevur, sambært FaroeSoccer, spælt 233 kappingardystir fyri besta liðið hjá Víkingi og vunnið fýra stór steyp, umframt komið víðari í Evropa nakrar ferðir.
Nú gongur leiðin til Danmarkar. Har verður fyrst og fremst leitað eftir felagið í næstbestu donsku deildini, staðfestir Arnbjørn Svensson fyri Portalinum/FM1:
- Umboðsmaðurin hjá mær leitar nú eftir felagi í næstbestu deildini fyri fyrst. Vónandi ber til at finna eitt felag á tí stignum - annars er alt ókonkret enn. Men so høgt sum gjørligt.
Hoyr alla samrøðuna við Arnbjørn Svensson, sum er gjørd í Astana í dag, her: - Sjálvandi segði eg beinanvegin ja til at koma við til Asia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald