Fimti dysturin í hesari EM-undankappingini hjá føroyska A-landsliðnum við monnum nærkast. Føroyar taka hóskvøldið ímóti Svøríki á Tórsvølli.
Myndir: Fyrireika seg til Svøríki
Hópurin møtti inn seinnapartin í gjár og hevði tá sína fyrstu venjing. Venjing nummar tvey var í góðveðrinum í morgun.
Klæmint Andrasson Olsen er glóðheitur í løtuni - her saman við Gilla Rólantssyni Sørensen og Rógva Baldvinssyni, ið spæla í norskum fótbólti (Mynd: Sverri Egholm)
Í venjaratoyminum var stórt nøgdsemi um venjingina í morgun, har leikararnir vístu inntensitet, og at teir eru væl upplagdir. Sagt varð, at hendan venjingin seinnapartin var væl róligari, har deyðbóltar millum annað vórðu vandir eitt sindur. Hallur Hansson vandi eina góða løtu fyri seg saman við Gilla og Teiti Gestssyni (Mynd: Sverri Egholm)
Hallur og Gilli vandu ikki nógv saman við hinum; teir royndu ymiskar skotvariantar saman við Teiti Gestssyni og málmansvenjaranum. Jóan Símun Edmundsson sat uttanfyri stóran part av venjingini. Orsøkin var, at hesir leikarar eru nakað merktir av umskiftinum frá grasi til graslíki, og vóru tí "spardir" hesa seinnu venjingina.
Jóan Símun Edmundsson er aftur á landsliðnum - hann er í góðum formi og til reiðar at spæla, men varð tó ikki heilt við í venjingini seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)
Tað sum var at síggja í spæli og deyðbóltum týddi á tað, ið in.fo skrivaði fyrr í dag í mun til liðið. Sum tað sær út verða Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson í miðverjuni og Viljormur Davidsen á vinstra bakki. Á miðvøllinum: Sølvi Vatnhamar á høgra kanti, Árni Frederiksberg á vinstra, og René Shaki Joensen og Brandur Hendriksson Olsen sentralt. Gilli verður høgri bakkur, og Hallur Hansson kemur allarhelst at spæla aftanfyri Jóan Símun Edmunsson, ið verður fremsti maður.
Rógvi Baldvinsson skal allarhelst avloysa Odmar Færø í miðverjuni (Mynd: Sverri Egholm)
Hvør skal standa í málinum hevur eingin ábenging verið um. Gunnar Nielsen er tøkur aftur og hevur verið fastur maður í fleiri ár, Teitur Matras Gestsson spældi móti Spania og Norra seinast, og Kristian Joensen er í stórformi. Lars Olsen hevur sagt, at talan er um púra opna kapping í løtuni.
Kappingin millum allar tríggjar málverjarnar á landsliðnu hevur ongantíð verið meira spennandi (Mynd: Sverri Egholm)
Fyrrapartin í morgin venur landsliðið fyri seinastu ferð undan dystinum. Eftir venjingina er tíðindafundur. Í annaðkvøld hevur svenska liðið, ið lendur í Vágum klokkan 11 í morgin, venjing og tíðindafund í Gundadali. Vit verða við til venjingarnar og í B36-húsinum í morgin.
Fótbóltur
Føroyska liðið er væl fyri til dystin móti Svøríki
Seint seinnapartin var dagsins seinna venjing á skránni á Tórsvølli - summir leikarar vandu lítið og einki, men allir eru 100 prosent tøkir til hósvkøldið.
Víkingarnir, Sølvi Vatnhamar og Kaj Leo í Bartalsstovu (Mynd: Sverri Egholm)
2019-09-03 19:04
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald