Triðseinasta umfar í tí óvanliga spennandi landskappingini hjá monnum er á skránni sunnudagin.
25. umfar í Meistaradeildini
Sunnudagin 18. oktober
15.00: NSÍ - 07 Vestur (FM1)
15.00: KÍ - B68 (FM1)
15.00: EB/Streymur - HB
15.00: B36 - Skála
17.15; Víkingur - AB (FM1)
Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum á Portalinum
Her sæst restin av dystarskránni fyri árið
Sí eisini: Allir dystirnir verða spældir sama dag í seinastu trimum umførunum
![]()
Sum støðan vísir, er einki avgjørt enn. Tó sær B68 út til at vera í so mikið trongum skóm, at eitt fótbóltsundur skal til, fyri at toftamenn tryggja sær enn eitt ár í bestu deildini.
Hinvegin líkist tað einum gysara fyri at sleppa undna hinum niðurflytingarplássinum, og avgerðin um seinasta evropeiska plássið og FM kann væl fara til seinasta leikdag.
Tosa um støðuna í dagsins Fótbóltsskýlið
Andrias Eriksen og Bárður Olsen hava roynt at staðið í støðunum.
Andrias við bæði at vinna FM, at enda á 2. plássinum og at spæla avgerandi dyst um FM og árið eftir um evropeiskt pláss á seinasta degi. Alt hetta við B36 sum miðverjin umboðaði síni vaksnamannaár.
Bárður Olsen hevur roynt at mist FM av stokkinum í seinasta umfari, at vunnið tað eftir tógvið stríð, at vunnið tað sannførandi og so hin endan: At flyta niður og at bjarga sær í so at siga evstu løtu. Hetta við EB/Streymi, HB, AB og...EB/Streymi.
![]()
Bárður Olsen stóð ofta í oddastríði ella botnstríði til tað síðsta ella harum (Mynd: Sverri Egholm)
Harvið hava teir, sum síðani hava roynt venjaraleiðina - Bárður Olsen er í løtuni venjari hjá FC Hoyvík - og verið viðmerkjarar nógv at fortelja í dagsins Fótbóltsskýlið.
Har fara teir eisini at greina støðuna við Brynjari Jacobsen Poulsen.
Lurta á FM1 klokkan 17.15 - til ber eisini at hoyra tað stutt seinni á fm1.fo og á Portalinum. Fótbóltsskýlið verður eisini endursent klokkan 14.00 sunnudagin, tá langur fótbóltsdagur er á FM1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald