Sunnudagin vóru Erling Haalad, Gianlugi Donnarumma, Elliot Anderson, Martin Ødegaard, Declan Rice og Gabriel Magalhaes millum spælararnir, sum vóru á vøllinum, tá Samuel Barrott dømdi á tjóðarleikvøllinum í Wales.
Hóskvøldið 20. august verður Djúpumýra pallurin, tá Samuel Barrott fer at døma. Og spælararnir eita millum annað Frederiksberg, Klettskarð, Pavlovic og Danielsen.
Seinasta uppgávan hjá Barrott var at døma dystin millum ensku meistararnar og ensku steypavinnararnar.
33-ára gamli onglendingurin hevur dømt í Premier League síðani 2024, og hetta er annað árið, at Barrott hevur evropeiskar dystir.
Hann skal leiða fyrra Conference League røkkstøkk dystin millum føroysku og lettisku meistararnar. Og við sær hevur Barrott sama 4. dómara sum í Cardiff um vikuskifti: Farai Hallam.
![]()
Fjórði dómarin til arbeiðis, tá Mikel Arteta, venjari hjá Arsenal, vil skifta út. Skjótt verða tað meistararnir úr Føroyum og Lettlandi heldur enn teir ensku (Mynd: Farai Hallam)
Barott fekk rós fyri avrikið á stóra pallinum sunnudagin. Meira kann lesast um unga dómaran her
Adam Nunn og Wade Smith vera hjálpardómarar undir KÍ - Riga FC. Teir hava eisini Premier League-royndir, og tað hevur høvuðs VAR-dómarin, Darren England, sanniliga eisini.
KÍ og Riga FC spæla hóskvøldið klokkan 18.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald