Fótbóltur

Framvegis møguleiki fyri HM-finalu millum Danmark og Svøríki

Noreg tapti fyri Spania eftir tvífalda longda leiktíð, og harvið hittast Danmark og Spania í hálvfinalu annað HM-endaspæli á rað. Svensku vertirnir bresta saman við Fraklandi.

Niklas Landin og danska liðið sum heild vóru sera sannførandi móti Ungarn - munurin var 17 mál (Mynd: EPA)

Niklas Landin og danska liðið sum heild vóru sera sannførandi móti Ungarn - munurin var 17 mál (Mynd: EPA)

2023-01-25 22:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danmark og Svøríki vunnu sínar fjórðingsfinalur í kvøld, og serliga danir vóru sannførandi.

Ungarn sá ongantíð veruliga út til at hava ein møguleika í Stokkhólmi. Danmark fekk beinanvegin yvirtakið, hóast tveir stórar brendar málmøguleikar og eina tekniska villu fyrstu sjey minuttirnar. Álopið fleyt annars fyrimyndarliga væl gjøgnum dystin, og danir skoraðu heili 40 ferðir og vunnu við 17 málum. Frammandundan var størsti danski sigur í einum knock-out dysti við níggju málum, og Nikolaj Jacobsen og hansara menn hava nú heimsmet: 26 HM-dystir á rað uttan ósigur. Teir jagstra eisini framvegis eitt søguligt triðja heimsmeistaraheitið á rað.

Næsta uppgáva hjá Danmark verður hálvfinala í Póllandi fríggjakvøldið. Hon verður - eins og hálvfinalan fyri tveimum árum síðani - móti Spania. Noreg byrjaði annars greitt betri í fjórðingsfinaluni teirra millum í kvøld og var á odda 6-2 og 7-3. Verjan stóð væl, Bergerud tók frá í málinum, men so funnu spaniólar uppskriftina. Tað rakti eisini meint, at Sander Sagosen fekk tvær útvísingar við stuttum millumbili og síðani spældi lítið í verjuni.

[object Object]
Spaniólar vóru stinnari og vunnu dramatisku fjórðingsfinaluna (Mynd: EPA)

Hetta var mett at vera mest javna fjórðingsfinalan, og restina av dystinum leikaði eisini ógvuliga javnt á, tó at tað vóru norðmenn, ið væl oftari vóru á odda - mest við einum máli. Teir vóru eisini á sigurskós í síðsta minutti, á odda við einum máli og høvdu bóltin, men blakaðu hann burtur, og Daniel Dujshebaev skoraði uppá kontrálopið og í seinasta sekundið.

Noreg kundi aftur avgjørt í longdu leiktíðini, men tað var eisini javnt eftir tvær ferðir fimm minuttir. Neyðugt var harvið við tíggju minuttum afturat, og har vóru spaniólar stinnari. Fimm sekund fyri tíð kundi Noreg javnað, men vongurin Kristian Bjørnsen - ið eisini blakaði bóltin burtur í vanligu leiktíðini - fekk ikki bóltin framvið Pérez de Vargas, og harvið endaði hondbóltsdramaði í Gdansk.

Svøríki og Frakland skulu spæla um finalupláss

Eftir at trupulleikar vóru við at skora mál fyrstu 22 minuttirnar, og Jim Gottfridsson noyddist út við skaða í hondini, var støðan 8-8í Stokkhólmi. Síðani komu sviar í gongd við málskjótingini, og Andreas Palicka helt málið næstan stongt til hálvleiks. Tað var 14-9 í steðginum í Stokkhólmi, og Egyptaland kom ongantíð veruliga nær við. Harvið heldur sigursrøðin hjá Svøríki fram, og evropameistararnir hava hálvfinalu á skránni fríggjkvøldið.

Hendan hálvfinalan verður móti Fraklandi, ið Svøríki mangan hevur havt sítt stríð við. Tað stóð á jøvnum í steðginum millum Frakland og Týsklandí fjórðingsfinaluni í Gdansk. Tað vóru týskarar, ið slóu Føroyar út í undankappingini, sum byrjaðu betri eftir steðgin. Tað var stríggið hjá fraklendingum at fáa mál móti Andreas Wolff, men so kom glið á, og í hinum endanum gjørdi Remi Desbonnet bart. Hann hevði avloyst Gerard í franska málinum, og bjargaði fleiri fríum skotum seinastu stóru tjúgu minuttirnar, tá Frakland rann avstað frá Týsklandi.

Lagt er upp til tvær ógvuliga spennandi hálvfinalur fríggjakvøldið, tá fýra evropeiskir hondbóltsrisar spæla.

HM-fjórðingsfinalur
Mikudagin 25. januar

Danmark - Ungarn 40-23 (21-12)
Noreg - Spania 34-35 (25-25 eftir vanliga leiktíð)

Svøríki -
Egyptaland 26-22 (14-9)
Frakland -
Týskland 35-28 (16-16)

HM-hálvfinalur
Fríggjadagin 27. januar

17.00: Danmark - Spania
19.30: Svøríki - Frakland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder